Farvæl
Í morgun var Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður í fiski-og tilfeingismálaráðnum og segði sínum fyrrverandi starvsfeløgum farvæl. Løtan fór fram í kantinuni, har væl av fólki vóru savnað.
Tórbjørn Jacobsen segði sínum fyrrverandi starvsfeløgum, at hann gjøgnum fjølmiðlarnar fekk at vita, at dagar hansara og hjá Tjóðveldinum í Tinganesi vóru taldir.
Stutt eftir fekk landsstýrismaðurin so í brævi at vita frá løgmanni, at hann var loystur úr starvi.
- Her stóð bert, at eg var loystur úr starvi, og eingin tøkk var fyri gott samstarv, segði hann í løttum tóna.
Tórbjørn segði, at málið um samgonguslitið av løgmanni er gjørt til at mál um, hvør hevur lirkað eitt lás upp í Tinganesi ella ikki.
Í stuttum segði fyrrverandi landsstýrismaðurin, at málið byrjaði, tá ein fulltrúi í uttanríkisráðnum kom aftur av havrættarráðstevnu í Evropu.
- Tá fulltrúin Bjørn Kunoy kom aftur á sínar dyr í Tinganesi, stóð navnið Petur Petersen á hurðini, samstundis sum trúnaðarskjøl hjá Bjørn lógu og sløddust um alt Tinganesi, sum Tórbjørn Jacobsen tók til.
Stórar vónir
Fyrrverandi landsstýrismaðurin segði, at hann í februar sum nývaldur í landsstýrið hevði stórar vónir um tey mál, sum flokkarnir í samgonguni vóru komnir til sættis um og høvdu sett út í kortið.
- Eg hevði vónir um, at vit fóru at megna at fremja hesi mál, soleiðis at vit kundu fáa eina optimala og burðardygga fiskivinnu til gagns fyri vinnuna sjálva og alt samfelagið.
Hann segði, at endamálið við einum vælskipaðum og lívfrøðiliga burðardyggum fiskivinnupolitikki í fyrsta lagi hevði til endamáls at gera føroyska búskapin sjálvberandi.
Við løtuna í fiski-og tilfeingismálaráðnum vissaði Tórbjørn Jacobsen sínar fyrrverandi starvsfelagar um, at avgerðin hjá løgmanni um at siga samstarvið við Tjóðveldið upp, stingur djúpari enn lyklarholið í Tinganesi, sum hann tók til.
- Tá krubban er tóm, bítast hestarnir. Við framskrivingum fer komandi fíggjarlóg at hava eitt hall uppá 400-500 miljónir krónur.
Tórbjørn legði aftrat, at ráðið, sum hann umsat, er ikki orsøkin til stórar eykaútreiðslur á fíggjarlógini, men er innanfyri karmin av sáttmálabundnum lønarútreiðslum.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin segði seg onga løtu ivast í, at tað serliga er avtalan í samgonuskjalinum um skerjingar í ríkisveitingini, sum er høvuðsorsøkin til, at løgmaður segði samstarvið við Tjóðveldið upp.
- Løgmaður hevði ikki rygg til at rudda upp arvin eftir sær sjálvum í samgonguni undan hesari, legði Tórbjørn aftrat.
Hann segði, at nú er so líkt til, at aðrir flokkar koma at stýra heimastýrinum í koloniini Føroyar, sum hann tók til.
- Gerhard Lognberg er aftur í hitanum hjá Javnaðarflokkinum, og mangt bendir á, at almennar ognir nú skulu seljast fyri at fíggja ein Sandoyartunnil.
Dugnalig fólk
Tórbjørn Jacobsen nýtti eisini við løtuna í morgun høvi at takka fyrrverandi starvsfeløgum sínum í fiski-og tilfeingisráðnum fyri gott samstarv.
- Eg haldi, at vit hava havt eitt sera gott samstarv. Tit eru fryntlig, dugnalig og arbeiðssom, og eg hevði ynskt, at eg fekk stundir at lært tykkum betur at kenna.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin segði, at tá hann í sínari tíð gjørdist landsstýrismaður í undirvísingar-og mentamálum, hevði hann ikki somu kenslu, sum nú hann hevur verið á ovastu rók í fiski-og tilfeingismálaráðnum.
- Tá eg byrjaði í undirvísingar-og mentamálaráðnum, hevði eg siglt í 30 ár, har neyðugt alla tíðina hevði verið við ”disiplini”. Eg fekk eitt sindur av einum sjokki, tá eg sá, at tað kundi ganga rúm tíð á morgni, áðrenn eg sá nakað serligt til starvsfólkini – og longu klokkan 14.30 var lítið fólk eftir í ráðnum. Kanska var tað eg, sum gamal sjómaður, ið ikki dugdi so væl at venja meg við ”flekstíðir”. Tað var kanska trupult hjá einum nýggjum landkrabba at skilja hetta, sum hann tók til.
Samstundis, sum Tórbjørn rósti øllum sínum fyrrverandi starvsfeløgum í fiski-og tilfeingismálaráðnum, helt hann fyri, at Rógvi Reinert er ein góður, greiður og dugnaligur aðalstjóri.
- Í eini nøgdsemiskanning her í ráðnum er komið fram, at kunningin kundi verið betri. Kanska er Rógvi Reinert í so nógv av tí gamla skúlanum, men eg ivist onga løtu í, at hetta verður betri, segði hann skemtandi.
At enda segði Tórbjørn Jacobsen, at skuldi tað hent, at boð vórðu eftir honum í fiski-og tilfeingisráðnum eina aðru ferð, hevði hann ikki sagt nei takk.
Tórbjørn greiður
Rógvi Reinert, aðalstjóri, segði, at hóast Tórbjørn Jacobsen úteftir kann vera harðmæltur, so er oftast meira enn ein persónur í sama persóni.
- Soleiðis er eisini við Tórbirni. Hann dugir væl at taka tað skemtiliga og stuttliga við, tá hart leikar á, og tað ger tað viðhvørt lættari at fáa úrslitini fyri dagin.
Aðalstjórin segði, at fyrrverandi landsstýrismaðurin hevur verið góður at arbeitt saman við á nógvum økjum.
- Hann er greiður, og tú veitst, hvat tað er, hann vil. Tær nýtist ikki at leita í toku eftir tí, sum hann miðjar eftir, og tí er lætt at leggja ætlanir og stinga út í kortið saman við honum.
Rógvi Reinert segði, at hetta hevur verið ein áhugaverd tíð saman við Tórbjørn Jacobsen.