Tobias Rahim á pall klokkan 01:30

Kendi poptónleikarin Tobias Rahim fer á pall klokkan 01:30

Navnið, ið tað unga ættarliðið helst gleðir seg mest til at uppliva á Voxbotn 2022, man vera Tobias Rahim. Við løttu, festligu og popputtu løgunum sum STOR MAND, Mucki Bar, Jesus og Burhan G. er Tobias Rahim ein, ið øll um 20 ára aldur hava á sínum playlista.

 

33 ára gamli tónleikarin, sum er uppvaksin í Aarhus, men hevur búð ein stóran part av lívinum í slumminum í Columbianska stórbýnum Cali, trein veruliga inn á pallin í 2021. Serliga var tað sangurin “STOR MAND”, ið Tobias gav út saman við Andreas Odbjerg, sum fekk fólk at kenna navnið Tobias Rahim. STOR MAND vann eisini prísin “Ársins P3 lurtarahitt” í fjør og hevur ikki færri enn slakar 29 milliónir spælingar á Spotify.

 

So gleðið tykkum til í kvøld klokkan 01:30!