Todi bestur í Danmark

Ongantíð áður hevur føroyski landsliðsmaðurin í FCK víst so støðug avrik, sum hann hevur sýnt fram ímóti vetrarsteðginum í ár

Superliga


Todi Jónsson er ein tann besta fótbóltsspælarin í donsku superliguni. Í práti við danskar fótbóltskennarar hevur aftur og aftur verið undirstrikað, at eingin ivi hevur verið um, at evnini hjá føroyinginum í FCK vóru sum hjá fáum øðrum.

Spurningurin hevur heldur snúð seg um, at avrikini hava ikki verið nóg støðug. Todi hevur verið ofta skaddur, og viðhvørt hevur tað ikki gingið, sum Todi, FCK og fótbóltshugaðir føroyingar høvdu vónað.

Men síðani Roy Hodgson í summar fekk ábyrgdina av FCK liðnum, síðani Jacob Laursen fór at tetta í miðverjuni, og síðani norski Ståle Solbakken fekk taktstokkin á miðvøllinum, hevur tað gingið sum eftir ánni hjá Toda. Ferð eftir ferð hevur hann verið mettur ímillum teir bestu á FCK liðnum.

Hann hevur verið á ytsta miðvallarplássinum í vinstru, har tað hevur tókst sum at skera í fløtt smør, tá hann er farin framvið verjumonnunum á mótstøðuliðnum. Todi hevur lagt nógvar neyvar og góðar sendingar innfyri. Summar hava borið mál við sær, men mangar hava ikki fingið ta viðferð, sum tær høvdu uppiborið. Tað hevur verið ein veikleiki hjá FCK ? og tað er høvuðsorsøkin til, at teir ikki eru fremstir í superliguni ? at fremstu menninir ikki hava verið nóg avgjørdir frammanfyri málinum.

Hóast Todi Jónsson hevur verið miðvallari, so var hann fram til nú sunnudagin toppskjútti í FCK. Undan dystinum ímóti Haderslev hevði Todi skorað fimm mál. Tí kom tað ikki óvart á ? sjálvt um FCK hevur fleiri álopsspælarar, t. d. svenska Patrick Simpson og norska Harald Brattbakk ? at Roy Hodgson undan síðsta dystinum undan fyri vetrarsteðgin gjørdi av, at Todi skuldi vera í álopinum. Makkari hjá honum sunnudagin var Harald Brattbakk.


Uppvísningur

FCK vann 4?0, og í donsku miðlunum var eingin ivi um, hvør var stóri maðurin á FCK liðnum. Todi Jónsson kom á vikuliðið hjá TV3, og í bløðunum í gjár var hann tann einasti av teimum, sum vóru á vøllinum í Parkini sunnudagin, sum fekk eitt tíggju tal fyri sítt avrik.

Orsøkin var eyðsýnd. Í 7. minutti setti Todi hol á málskjótingina. Tveir metrar uttanfyri brotsteigin fekk hann fatur á einum tilvildarligum bólti, Todi svingaði vinstrabeinið, og bólturin streyk eftir mjúka danska heystargrasinum og í meskarnar.

Tá átjan minuttir vóru farnir, var støðan 3?0. Harald Brattbakk hevði víst, at hann var rætta valið til plássið undir liðini á Toda. Fyrst stútaði hann eitt innlegg í málið (tað var í 11. minutti), og í 18. minutti smekkaði hann í kassan, eftir at Ståle Solbakken, sum sunnudagin ikki var so eyðsýndur, sum hann plagar at vera, hevði taklað bóltin frá einum mótstøðumanni.

FCK kundi havt fingið uppaftur fleiri mál fyrstu løtuna, men teir misnýttu stórar møguleikar. Jacob Laursen fekk tann størsta, men hann sendi brotsspark skeivu megin stólparótina. Brotssparkið varð dømt, tí dómarin metti, at Thomas Thorninger var skumpaður í ryggin. Tað vóru sera fá í Parkini, sum tóku undir við sjónarmiðnum hjá dómaranum. Thorninger spældi í miðvallarplássinum í vinstru, sum Todi plagar at spæla í. Suðurafrikanski Suma var ytstur á miðvøllinum í høgru.


Prikkurin

13.187 áskoðarar vóru í Parkini. Tað gingu teir høgt uppí í Danmark. Hetta var 11. ferðin á rað, at FCK á heimavølli spældi fyri fleiri enn tíggju túsund áskoðarum, og tað siga teir er nýtt met.

Lagið var sjálvandi í toppi á nógv teimum flestu. FCK hevði ikki vunnið fimm tær síðstu ferðirnar, men hesa ferð eydnaðist tað væl og virðiliga, og fjórða og síðsa málið, sum kom í 64. minutti, var toppurin á kransakøkuni. Todi Jónsson spenti avstað ímóti Haderslev málinum. Hann hevði ivaleyst megnað at sneitt framvið málverjanum, men ósjálvsøkið ? og tað løgdu teir í sjálvsókna danska fótbóltsheiminum væl til merkis ? valdi Todi at leggja bóltin fyri føturnar á Harald Brattbakk, sum kom inn á strikuna við honum, áðrenn hann slepti honum í málið.

Við ósjálvsóknu sendingini syrgdi Todi fyri, at norski álopsmaðurin hjá FCK heldur vetrarfrí sum toppskjútti í felagnum. Harald Brattbakk hevur skorað sjey mál, og Todi Jónsson hevur skorað seks mál.

Í annaðkvøld skal FCK spæla ein venjingardyst ímóti norska Rosenborg. So verða ikki fleiri dystir á skránni í hesum árinum. FCK spælararnir skulu venja alla hesa vikuna og kanska eitt sindur afturat. Ivaleyst kemur vetrarsteðgurin væl við, men soleiðis sum Todi Jónsson hevur spælt í heyst, so er einki at ivast í, at hann væl kundi hildið á í nógvar vikur afturat.