Todi dregur á bæði

Klaksvíkingurin ivast í, um hann skal halda fram á allar hægsta støði, tá ið hann í morgin hevur biðið FCK farvæl, ella um hann saman við fótbóltinum eisini skal hugsa um framtíðina á arbeiðsmarknaðinum

TODI OG FRAMTÍ?IN

Eftir átta ár í felagnum fer Todi Jónsson í morgin á heimavøllinum í Parkini at siga farvæl í FCK. Tað verður gjørt í sambandi við heimadystin ímóti longu niðurflutta Herfølge.
Nógvir ungir dreingir droyma um at røkka langt í fótbólti. Hetta er ikki nekrologur yvir fótbóltstíðina hjá Toda, men tá ið vit undan síðstu FCK uppgávuni tosa við hann, dylir hann ikki, at hóast tað ofta hevur gingið væl hjá honum, so hevur hann eisini kent til skuggasíðuna á fótbóltslívinum.
- Skaðarnir hava darvað og borið við sær, at tað ikki hevur borið til at komið longri, enn eg havi nátt. Tilboð hava verið, og onkuntíð hevur felagið verið órímuligt. Og so hava skaðarnir gjørt um seg, sigur Todi og greiðir soleiðis frá, hvussu tað gekst fyri einum ári síðani:
- Fyri einum ári síðani, tá ið eg framvegis var bundin í eitt ár í FCK, fekk eg gott tilboð frá útlendskum felag. Eg skuldi samráðast við teir, men fór fyrst til venjingar henda dagin. Undir tí venjingini varð eg skaddur, og so spurdist sjálvandi einki burturúr. Tá hevði eg varðhugan av, at eg ikki longur fór at fáa nógvar møguleikar í FCK, og sum gongdin hevur verið síðani tá, so kann eg ikki siga annað, enn at talan hevur verið um spilt ár. Um eg ikki var farin til venjingar tann dagin og heldur var farin at samráðast við felagið, so hevði eg kanska verið í góðum felag í dag, men tað nyttar einki at hugsa soleiðis.
Tá ið Todi Jónsson lítur aftur á mongu árini í donskum fótbólti, so heldur hann seg ikki kunna klaga.
- Eg havi vunnið DM og steypakapping, og eg havi luttikið í Europa Cup fleiri ferðir bæði við Lyngby og FCK og forrestin eisini við KÍ í 1992. Sjálvandi hevur tað verið harmuligt, at skaðar so ofta hava darvað mær. Men tað, sum serliga iðrar meg, er hetta seinasta árið.
Men tú hevur verið nógv skaddur?
- Í tíðarskeiðum. Í vetur var eg betri fyri, enn eg havi verið ógvuliga leingi, men eg fekk ikki møguleikan, sum eg kendi, at eg hevði verið førur fyri at gera nyttu burturúr. Tjóðrið, sum venjarin gav øðrum, var longri, enn hann var sinnaður at geva mær.
Hvat hevur Hans Backe sagt við teg?
- Einki. Venjarar eru so ymiskir, og Backe samskiftir ikki nógv við spælararnar. Hann røkir sína uppgávu upp á sín máta, og so er tað upp til spælararnar at røkja sína uppgávu. Tað havi eg roynt at gera, men venjarin hevur ikki mett meg at vera nóg góðan, og tað er hann,sum hevur síðsta orðið.

Farvæl og framtíðin
Hóast Todi síðsta árið so at siga ikki hevur verið ímillum teir bestu - bæði tí hann ofta hevur verið skaddur, og tí venjarin ikki hevur hildið so nógv um hann, sum hann hevur gjørt um hinar álopssppælararnar - so fer felagið at siga orduliga farvæl við spælaran, sum hevur verið longri í felagnum enn allir hinir, sum nú manna FCK liðið. Tað hava teir eisini alla orsøk til. Todi hevur verið við til at vunnið trý meistaraheiti - 01, 03 og 04 - og eina steypafinalu - í 2004 - til felagið, og eingin spælari hevur skorað fleiri mál í FCK, enn Todi hevur gjørt tað.
Ikki fyrr enn eftir venjingina í dag verður tað greitt, um Todi verður partur av sekstan manna FCK hópinum. Men tað er greitt, at felagið og ikki minst áskoðararnir, sum Todi hevur átt størri undirtøku ímillum enn nakar annar FCK spælari, fara atg fagna føroyska spælarunum. Todi og suðurafrikanski Zuma, sum so mangan hava sett superliga verjunum grá hár í høvdi fara báðir úr felagnum, og tað fer ikki uttan víðari aftur við borðinum.
Tað er greitt, at Zuma fer til bestu týsku deildina at spæla. Hvussu tað verður við fótbóltsframtíðini hjá Toda verður ikki greitt fyrrenn um einar tvær vikur, sigur Todi Jónsson, sum nú fer at halda summarfrí. Hóast hann ikki hevur spælt so nógv síðsta árið, so kvígur hann ikki fyri at gerast arbeiðsleysur.
- Umboðsmaðurin hjá mær hevur verið í sambandi við fleiri feløg. Sjálvandi valdast tað nógv um, hvat fyri sáttmála møguleiki er fyri at fáa. Men hjá mær snýr tað seg eisini um onnur viðurskifti. Tað er greitt, at familjan bindur meg til høvuðsstaðarøkið. Harafturat skal eg gera upp við meg sjálvan, hvussu framtíðin skal leggjast til rættis í tann mun, sum tað ber til hjá mær at ávirka.
Hvussu tá?
- Tað vil siga, at eg skal gera upp við meg sjálvan, um eg skal binda meg til at spæla fótbólt fulla tíð ella ikki. Eg rokni framvegis við, at eg eigi tvey góð ár eftir á hægsta støði. Men spurningurin er, um eg skal taka av, um møguleiki verður fyri sovornum sáttmála, ella um eg skal fara í vinnulívið nú og so trappa eitt sindur niður í fótbóltinum og kanska spæla í næstbestu deildini og arbeiða hálva tíð við síðuna av.
Hevur tú møguleika fyri tí?
- Útbúgvingarliga hava eg ikki annað enn HF prógvið úr Klaksvík fyri sekstan árum síðani. Men eg havi tilboð um arbeiði, sum mær dámar væl, og sum eg síggi góða framtíð í. Eg kann ikki útihýsa, at áhugin hjá arbeiðsgevaranum partvís kemst av, at eg havi verið frammarlaga í fótbóltinum á hægsta støði. Um tann møguleikin verður um tvey ár, ber hvørki til hjá mær ella nøkrum øðrum at siga nakað um.
Hetta ljóðar so upplagt?
- Kanska. Men spurningurin hjá mær er eisini, um eg yvirhøvur hevði verið uppsettur ella motiveraður at spælt á lægri støði enn í superliguni. Eg veit tað ikki, men tá ið tú hevur verið við í fremstu røð í tólv ár, so er tað ikki bara bara at flyta eina deild niður. Serliga ikki tá ið tú ert vorðin 33 ára gamalur, sigur Todi Jónsson, sum tær báðar næstu vikurnar fer at hugsa seg um.