Todi er ikki leikbannaður

Føroyski spælarin kennist ikki við tíðindini, sum TV3 bar mikukvøldið

ÚTISETI

SOSIALURIN-KEYPMANNAHAVN: Todi Jónsson er leikbannaður í stóru finaluni í Parkini sunnudagin. Hetta var staðfestingin hjá TV3 frásøgumanninum, Carsten Werge, tá ið dómarin í 22. minutti hevði stungið ostaflísina fyri næsarnar á Toda Jónsson.
Í Klaksvík var nógv tosað og ringt mikukvøldið og hósmorgunin. Fleiri av teimum næstu og vinmonnum hjá Toda hava ætlað sær í Parkina sunnudagin, men hugurin til hetta er ikki tann sami, um Todi ikki verður á vøllinum.
Ert tú leikbannaður ímóti AGF?
- Eg havi kannað málið í morgun, og eg havi fingið at vita, at eg eri ikki leikbannaður í síðsta umfarinum, sigur Todi Jónsson.
Á heimasíðuni hjá fck.dk sæst, at eingin er leikbannaður ímóti AGF. Tá ið vit spyrja á FCK skrivstovuni, um Todi Jónsson er leikbannaður ímóti AGF og siga teimum, at TV3 bar hesi tíðindini mikukvøldið, eru teir kløkkir. Teir skulu beinanvegin kanna málið, og um tað er nakað í hesum, skulu teir innan hálvan tíma leggja søguna á heimasíðuna. Stutt undan evstamarki okkara varð staðfest á heimasíðuni hjá FCK, at Todi er ikki leikbannaður til dystin móti AGF.
Tað hevði verið mest sum ov nógv av tí góða. Tá ið FCK í fyrraárið vann DM, var Todi Jónsson ikki á liðnum í síðsta umfarinum, tí hann var skaddur.
Roknar tú við at vera á liðnum ímóti AGF?
- Tað vóni eg so sanniliga, men eg veit tað sjálvandi ikki. Eg eri í hvussu so er tøkur, og eg havi seinastu tíðina kent meg rættuliga í hitanum, so tað vóni eg, sigur Todi Jónsson.
Í Keypmannahavn verður tað roknað sum rættuliga sannlíkt, at liðið hjá FCK ímóti AGF fer at síggja soleiðis út, sum tað gjørdi mikukvøldið. Møguliga verður ein broyting. Hon er tann, at Morten Bisgaard ikki verður millum teir fyrstu ellivu. Um Jørgen Pettersson verður tøkur, verður hann kanska í høgru, og so kann tað eisini hugsast, at málskjúttin mikukvøldið, Hjalte Bo Nørregaard, fer at fáa møguleikan ímillum teir fyrstu ellivu.