Todi er við FCK í Spania

Fótbóltur: Tað standa milliónir uppá spæl, tá FC Keypmannahavn í kvøld tekur dystin upp við spanska felagið Real Betis

Í gjáramorgunin fór FCK úr Keypmannahavn og niður til Sevilla í Spania, har teir í kvøld klokkan 20.30 føroyska tíð fara at stríðast í europeisku kappingini fyri steypavinnarar.

Tað ber til at fylgja við á tveimum sjónvarpsrásum, hvussu tað fer at roynast hjá liðnum hjá Toda Jónsson. TVS, sum er nýggja danska ítróttarásin, sendir beinleiðis allar 90 minuttirnar, og klokkan 21.30 verður 2. hálvleikur vístur beinleiðis í Eurosport.


Todi kanska eina løtu

Í gjár vóru vit í sambandi við umsitingina hjá FCK í Keypmannahavn. Har var ikki so nógv fólk til arbeiðis, tí allir topparnir vóru á veg til Spania. Men vit fingu at vita, at Todi Jónsson var við í ferðalagnum. Hann vandi mánadagin og týsdagin, og tað gekk so mikið væl, at venjarin, Kent Karlsson, gjørdi av at hava føroyska landsliðsspælaran við til Spania:

­ Men tað er ikki sannlíkt, at Todi fer at spæla við frá byrjan. Heldur verður tað soleiðis, at hann kemur á vøllin síðstu minuttirnar, verður sagt úr Keypmannahavn.


Milliónir standa

uppá spæl

Tað verður ikki fjalt yvir, at úrslitið av stríðnum í Sevilla í kvøld hevur nógv at siga fyri FCK:

­ Um okkara lið vinnur, so verður sannlíkið stórt fyri, at teir fara at vinna samanlagt. Tað fer at hava við sær, at Parkin verður fullsett um fjúrtan dagar, og tað vil siga, at áskoðaratalið verður omanfyri fjøruti túsund. Um FCK fær eitt hampuliga gott úrslit í kvøld ­ 1-0 og serliga 2-1 tap verða mett sum heiðurlig úrslit ­ so kann roknast við, at áskoðarafjøldin um fjúrtan dagar verður omanfyri 20 túsund. Um tað skuldi hent, at FCK í kvøld tapir 3-0 ella meiri enn tað, so kann ikki roknast við fleiri enn í mesta lagi tíggju túsund í Parkini um fjúrtan dagar, verður sagt úr Keypmannahavn.

Og tað skal ikki stórur roknikunnleiki til at finna út av, at talan er um stórar upphæddir. Siga vit, at hvør áskoðari í miðal letur hundrað krónur fyri at koma inn í Parkina, so hevur eitt gott úrslit í kvøld við sær, at inntøkurnar frá áskoðarum um fjúrtan dagar verða fýra milliónir, meðan eitt vánaligt úrslit í kvøld ger, at inntøkan um fjúrtan dagar verður í mesta lagið eina millión.

Umframt áskoðarainntøkurnar hevur úrslitið í kvøld eisini týdning fyri gjaldið frá UEFA, sum tvífaldast, um liðið sleppur víðari, og fyri áhugan at sjónvarpa frá dystinum um fjúrtan dagar. Samanumtikið er tað neyvan langt við síðuna av at siga, at inntøkurnar verða meiri enn fimm milliónir hægri, um FCK í kvøld fær eitt gott úrslit, sammett við eitt vánaligt úrslit.


Mótstøðuliðið

stóð seg illa

Sum vit søgdu í blaðnum týsdagn, so hevur tað ikki gingið nakað serligt hjá FCK, síðani Todi Jónsson varð skaddur.

Men tað hevur heldur ikki gingið nakað serligt hjá Real Betis, sum FCK skal spæla ímóti.

Sunnudagin tapti Real Betis 5-0 á útivølli ímóti Espanyol í Barcelona. Men munurin verður kotini ikki sagdur at hava verið so stórur, tí Betis hevði upplagdar møguleikar, men teir kiksaðu ofta, og besti maður á vølli var málverjin hjá Espanyol, Antonio Jimenez.

Í sponsku pressuni hevur síðani verið gitt, um venjarin, Luis Aragones, ætlar at skifta álopsspælararnar út, áðrenn Europa Cup umfarið í kvøld, men venjarin tvíheldur um, at álopsspælararnir eru nóg góðir.

Tveir av áslopsspælarunum, ið fyri hálvari aðru viku síðani vóru á spanska landsliðnum ímóti Føroyum, eru í álopinum hjá Real Betis. Talan er um Alfonso Perez og Oliviero Alvarez ella Oli, sum hann verður róptur. Aðrar stórar stjørnur eru nigeriumaðurin Finidi George og Robert Jarni úr Kroatia.

Størsti veikleikin hjá Real Betis sunnudagin var verjan, sum so at siga hevði opið hús. So fáa vit at síggja í sjónvarpinum í kvøld, um liðfelagarnir hjá Toda ­ og kanska Todi sjálvur ­ fáa møguleikar at gera nyttu burturúr ókeypis tilboðum. Í fjør endaði Real Betis á triðja plássinum í sponsku landskappingini. Eftir sjey umfør í nýggju kappingini eru teir á 9. plássi, og teir eiga framvegis til góða at vinna á heimavøllinum Benito Vallamarin. Vánaliga støðan í landskappingini ger, at trýstið á venjaran og spælararnar um at røkka góðum úrsliti í landskappingini er uppaftur størri. Venjarin undirstrikar, at liðið fer ikki at krúpa í kvøld, men teir fara at leypa á við nógvum fólki.