Todi gevst í Start

Todi Jónsson vil hava meira tíð til familjuna í Keypmannahavn, og hann gevst tí at spæla í Noregi

Todi Jónsson hevur seinastu tvey kappingarárini spælt fyri Start úr Kristiansand, men føroyski álopsspælarin gevst nú í felagnum. Sambært heimasíðuni hjá Start vil Todi hava meira tíð til familjuna, sum býr í Keypmannahavn, og tí steðgar samstarvið millum hann og Start eftir kappingarlok í ár.- Vit vilja gjarna takka Toda fyri tíðina í Start. Hann hevur havt ein professionellan hugburð, royndir og dygdir, sum hava roynst okkum væl. Vit ynskja Toda alt tað besta frameftir, skrivar Start á heimasíðu sínari.