Todi kapprennur við tíðina

Ikki fyrr enn leygardagin verður gjørt av, hvørt Todi Jónsson verður tøkur til gull-brakið móti Brøndby

 

DM-gull


Spenningurin er øgiligur í danska høvuðsstaðnum, nú avgerðin um gullmerkini í donsku superliguni skal fall. Dysturin stendur sum kunnugt millujm sigursvanda Brøndby, sum tó ikki hevur vunnið so nógv seinnu árini, og so FCK við Toda Jónsson á liðnum.

Størsta ivamálið í løtuni tykist tó vera, um føroyska álopsessið yvirhøvur fer at taka lut í stóra gullbrakinum. Í dystinum móti Lyngby fyri úti við tveimum vikum síðani fekk Todi ein vøddaskaða, og varð tí noyddur at fara av vøllinum. Kanska er tað lagnunnar speisemi, at hesin skaðin skuldi koma tríggjar dagar eftir avgerðina hjá Toda at geva avboð til landsliðið, orsakað av vandum fyri skaðum.


Skjótti troyttur

Fyrst var ótti fyri, at talan var um ein fipurskaða, men hetta var tíbetur ikki so. Talan er um toygging í lærvøddanum, sum ikki er eins álvarsligt, men tað er tó langt ífrá víst, at Todi verður tøkur sunnudagin.

- Eg havi vant alla vikuna. Týsdagin slapp eg fyri fyrstu ferð at renna rættuligt, og mikudagin varð lærið at testað 100% við spurtum og øðrum. Hósdagin vandi eg so fyri fyrstu ferð saman við hinum, og hóast tað gekk hampuliga væl, so noyddist eg at gevast eftir 20 minuttum. Ikki tí skaðin breyt upp, men eg kendi beinan vegin møði í vøddunum, og so helt eg tað vera betri at gevast.

- Eg havi koyrt nógv á, fyri at koma fyri meg aftur, og allar helst er tað av hesum, at vøddin er somikið eymur. Enn dugi eg ikki at siga, um eg verið tøkur sunnudagin. Tað verður helst ikki avgjørt fyrr enn í morgin, segði Todi, tá vit prátaðu við hann fríggjamorgunin.


Spenningurin

Nú tíðin av álvara styttist til gullbrakið, er einki at dylja yvir, at hetta er nakað, sum nógv fólk í danska høvuðsstaðnum hugsa um, og hetta ásannar Todi Jónsson eisini.

- Spenningurin er øgiligur. Ikki minst tí tað nú eru 14 dagar síðani seinasta dystin, so tað hevur leingi verið greitt, at talan fór at verða um gullbrak.

- Burtur sæð frá at landsdystirnir eru komnir væl við, tí eg havi fingið betri tíð at koma fyri meg, so hevur hetta eisini gjørt tað eitt sindur lættari hjá okkum, tí at kalla allir fjølmiðlarnir bara hava hugsað um landsliðið. Nú eru hesir dystir lidnir, og alt fyri eitt eru teir aftur farnir í hold við okkum.

- Hetta er eisini nakað, sum fólkini í býnum leggja merki til. Ikki soleiðis, at tey koma yvir at práta við meg, men um onkur ber eyga við meg, kunnu tey væl finna upp á at rópa »kom så Todi!«.

- Hetta er sjálvandi nakað, sum ger tað enn stuttligari hjá okkum, men hetta er ikki nakað, sum tekur konsentratiónina frá okkum á nakran hátt. Heldur minnir hetta okkum á týdningin á uppgávuni. Vit hava møguleika at vinna DM-gull í Parkini, og eg kann ikki ímynda mær eitt betri stað at gera hetta. At tað so kann gerast í dysti móti Brøndby við fullsettum áskoðaraplássum, er bara heilt fantastiskt, sigur Todi at enda, áðrenn farið varð inn til seinastu venjingina.

Sum sagt, so verður avgerðin um Toda ikki tikin fyrr enn leygardagin. Sunnudagin verður gull-brakið móti Brøndby, og í týsdagsblaðnum kunnu lesararnir lesa meira um, hvussu hetta gekk fyri seg.