- Eg vóni ikki, at fólk verða alt ov skuffað og kedd. Vit fara at gera tað betur.
Orðini eigur Páll Klettskarð, sum hóast hann gjørdi eitt mál í stuttu tíðini, hann var inni, var týðiliga vónbrotin eftir dystin.
Men tað er skilligt, at hann stóð við hasi kensluni í gjár. Todi, Atli og Páll spældu á fyrsta sinni í longri tíð við KÍ, og hetta var nógv gjørt burturúr frammanundan. Vónirnar vóru veruliga høgar í Klaksvík til dystin ímóti B68.
Kanska gerast orðini hjá einum av smápiltunum á liðnum fyri tíð síðan bara sannari og sannari.
- Bara Ronaldo kann bjarga KÍ.
Men helst er tað soleiðis, at KÍ bara møtti best spælandi liðnum í Føroyum í gjár, og tá 38 ára gamli Øssur Hansen fekk nærum hvønn bólt perfektan, so var lítið at gera.
Todi gjørdi sítt
Tá dysturin var næstan líka gamal í minuttum, sum Todi Jónsson er í árum, fekk KÍ eitt hornaspark. Bólturin varð lagdur væl innfyri. Kristoffur Jakobsen snittaði bóltin við høvdinum og úr einum og einum hálvum metri eydnaðist 37 ára gamla áloyparanum at skora sítt fyrsta mál fyri KÍ síðan 1992.
Men áðrenn tað hevði ein annar veteranur longu verið upp á spæl, tá Øssur Hansen eina løtu frammanundan hevði lagt eitt perfekt fríspark til Keita, sum stýrdi bóltin aftur um Jákup Mikkelsen.
Í fyrra hálvleiki, sást tó væl, hvønn veg tað bar. B68 var í umstillingsspælinum ár í venjing frammanfyri KÍ, og sjálvsálitið hjá toftamonnum var eyðsýniligt.
Beint fyri hálvleik royndi Øssur Hansen seg aftur við frísparki, og hesaferð var tað Niklas Joensen, sum slapp at beina bóltin í málið.
Øssur allastaðni
Gjøgnum seinna hálvleik heilt B68 fram at vera omaná. KÍ spælið hekk ikki væl saman, og serstakliga nógvir bóltar vórðu mistir á miðjum vølli. Hetta dámdi B68 heilt væl, so hvørt teir herjaðu á í mótálopum.
Tað var í einum av hesum, at Øssur Hansen á triðja sinni, slapp at leggja upp til mál. Við eini sending uppá einar 40 metrar fekk Óli Olsen, sum ikki hevur skorað, síðan hann kom í land, bóltin við handaru stong. Um enn eitt sindur ótrygt fekk hann lagt bóltin í málið, og nú var B68 trygt.
Men 10 sekund áðrenn hetta, skuldi KÍ havt javnað, tá ikki færri enn tveir leikarar stóðu við nærum opnum málið.
Páll slapp eisini
Tað var onkursvegna lagt upp til, at Páll Klettskarð skuldi fáa sín fyrsta dyst nakrantíð fyri besta liðið hjá KÍ við at loysa Toda Jónsson av. Men í støðuni KÍ var í, valdu teir at satsa, og tóku Oddmar á Lakjuni á høgra bakki av vøllinum og settu áloyparan á vøllin í staðin.
Gjøgnum dystin fekk hann eisini onkran møguleika. Men tað var ikki fyrr enn Niklas Joensen hevði skorað sítt seinna mál, og dysturin endaliga var avgjørdur, at Páll Klettskarð skoraði sítt fyrsta mál fyri KÍ.
Tá B68 gav bóltin upp eftir málið hjá Pálli Klettskarð, floytaði Dagfinn Olsen dystin av. Tá vóru nógvir av KÍ áskoðarunum longu burtur. Bláu leikararnir løgdu seg niður og vónloysi lýsti av teimum. Hinvegin var fagnaðurin hjá B68 nærum óstýriligur og leikaranir fóru í einum slagi av gleðisrúsi at takka áskoðarunum.
Kanska hetta staðfestir, hvussu nógv at siga, dysturin hevði at siga fyri bæði liðini.