Todi og teir stríðast fyri lívinum

Fremad Amager skal verða partur av superliguni heilt skjótt. Tað er málið hjá Toda Jónsson og hinum, sum standa við ábyrgd í Fremad Amager.

Í løtuni hevur stórfelagið á Amager kós niður úr 1. deild. Um tað fer at eydnast at varðveita plássið í næstbestu deildini valdast nógv um, hvussu tað fer at ganga í kvøld, tá ið Fremad Amager fer at vitja AB í Gladsaxe Idrætspark. Gamla stórfelagið AB er eisini í stórum niðurflytingarvanda. Í hvussu so er annað av hesum feløgunum, Fremad Amager ella AB, og kanska bæði tvey, mugu tungu sporini eina deild niður á stiganum.

Talan er um útsettan landskappingardyst. Dysturin er útsettur frá næstsíðsta vikuskifti, tá ið Andrew av Fløtum var í Føroyum og spældi ímóti Italia og Skotlandi, og tá ið Jónas þór Næs var við føroyska U-21 landsliðnum í Kroatia og Albania. Um tveir spælarar eru burtur í altjóða fótbóltsørindum, er tað loyvt felag at fáa dyst útsettan.

Í Fremad Amager ferðalagnum út í Gladsaxe eru fýra føroyingar: Andrew av Fløtum, Tem Hansen, Jónas þór Næs og Todi Jónsson.

HIK er aftast við 23 stigum, Brabrand, AB og Fremad Amager hava 24 stig, og Thisted FC hevur 25 stig. Trý feløg flyta niður.

Í tveimum teimum seinastu umførunum skal Fremad Amager tveir teir næstu sunnudagarnar spæla á útivølli ímóti Herfølge og á heimavølli ímóti SønderjyskE.

Ein annar útsettur dystur er á skránni í kvøld. Hann verður í Århus, har spenningurin er ógvuliga stórur. Tað verður roknað við 12-15 túsund áskoðarum, tá ið AGF fer at taka ímóti Ølstykke.

Um AGF fer at fáa fulla úrtøku, so verða teir undan tveimum teimum seinastu umførunum seks stig frammanfyri triði fremsta liðið.

Lyngby er longu flutt upp, og í fótbóltsglaða Århus er torført at finna nakran, sum ikki roknar við, at AGF fer at flyta upp í superliguna, sum næststørsti býurin í Danmark sjálvsagt eigur at vera partur av.