Todi raktur fíggjarliga

Todi Jónsson legði nógva orku og pengar í stóru verkætlanina við samanlagda fótbóltsfelagnum á Amager. FC Amager fór á húsagang leygardagin, og fíggjarliga hevur tað rakt fyrrverandi landsliðsleikaran meint.

- Eg vil ikki siga upphæddina, sum eg sjálvur havi lagt í felagið. Men eg eri sjálvandi harmur um tað. Eg havi hús, konu og trý børn, og tað hevur týdning fyri meg. Eg kann ikki gráta um pengarnar, eg havi mist. Lívið steðgar ikki her, sigur Todi Jónsson í samrøðu við danska Ekstra Blaðið í dag. Og hann er harmur um, at verkætlanin ikki gekk sum ætlað.

- Tá vit keyptu felagið, var besta liðið í næstbestu deildini. Og eg havi flutt felagið tvær-tríggjar deildir niður, sigur Todi Jónsson, sum ikki ivast í, at felagið fer at fóta sær aftur, við Ekstra Blaðið.