Alt bendir á, at tað var ein skilagóð og røtt avgerð, sum Todi Jónsson tók, tá hann gjørdi av at senda avboð til venjingarleguna hjá landsliðnum í Spania fyri í staðin at venja í FCK og spæla við í teimum síðstu venjingardystunum undan fyrsta landskappingardystinum, sum verður móti Brøndby á útivølli annan sunnudag.
Todi hevur verið fastur fúsur í álopinum hjá FCK bæði á venjingarleguni í Italia og eisini í venjingardystunum, sum FCK hevur spælt, síðani teir komu aftur úr Italia, og ikki minst avrikið á heimavølli móti Malmö mikudagin gevur greiðar ábendingar um, at Todi Jónsson er um at finna rætta stevið í røttu løtuni.
FCK vann 4-2 á graslíkisvøllinum úti á Frederiksberg. Danskir fjølmiðlar vita at siga, at fyrsta hálva tíman spældi FCK framúr væl, samanspælið fleyt væl, vongspælið var gott, og tá teir í handavend komu á odda 2-0 var málskjúttin í báðum førunum Todi Jónsson.
Føroyingurin spældi í álopinum allar 90 minuttirnar. Brian Laudrup var saman við honum fyrstu 65 minuttirnar, so varð hann avloystur av David Nielsen, sum skoraði fjórða málið og staðfesti harvið sigurin hjá FCK.
Carsten Hemmingsen økti í 1. hálvleiki til 3-0, áðrenn Malmö FF undan steðginum tvær ferðir minkaði um munin. Hetta gjørdu teir, eftir at FCK hevði skifti tveir spælarar út, sum vóru skaddir. Donsku fjølmiðlarnir halda, at útskiftingarnar órógvaðu rútmuna í spælinum, og tað heldur Christian Andersen, venjarin, eisini. Hann var annars sera væl nøgdur við fyrsta partin av dystinum og staðfesti, at hesa løtuna vístu teir í FCK besta spælið, sum teir hava víst higartil í ár.
Gagnligt
At Todi Jónsson í so harðari kapping í fyrstu atløgu tykist hava vunnið stríðið móti tveimum øðrum um plássið við síðuna av Briani Laudrup eigur eisini at koma væl við hjá landsliðnum, tí tað sigur seg sjálvt, at álopsmaðurin hjá FCK hevur størst virði fyri føroyska landsliðið, tá hann hvørja viku fær møguleika at spæla við á hægsta støði í Danmark.
Síðsti venjingardysturin hjá FCK undan kappingarbyrjan verður í morgin. Tá er ætlanin, at teir skulu spæla í Parkini, og mótstøðuliðið klokkan 14.00 verður Helsingborg úr bestu deildini í Svøríki.