- Tølini hjá Annlis 70% skeiv

Tølini hjá 'Í menniskjum góður tokki' 70 prosent við síðuna av sambært Bjarna Djurholm.

Í dag boðaði tingmaðurin fyri Fólkaflokkin, Bjarni Djurholm, frá, at hann fór at seta Fíggjarmálaráðharranum ein grein 52 fyrispurning um veruligu støðuna hjá støkum uppihaldarum. Annlis Bjarkhamar vísiti sostatt á, at hesi tølini høvdu verið kend fyri politisku skipanina seinastu fýra árini, og hon skilti ikki hví einki varð gjørt við støðuna.

 

Les eisini: Bjarni hevur longu tølini

 

Bjarni Djurholm ásannaði at hann kendi tølini, men hann vísti aftur, at tey, sum eru á forsorg eru betri fyri fíggjarliga enn onnur fólk í fátækraváða. 

 

- Tá ið Annlis sigur, at tey, sum eru á forsorg eru best fyri av teimum í fátækraváða, so er okkurt ravruskandi galið. Tað skal ikki kunna loysa seg betur at vera á forsorg enn at vera til arbeiðis, sigur Bjarni Djurholm.

 

Hann vísir eisini aftur, at samgongan ikki hevur gjørt nakað fyri at betra um støðuna, og sigur, at tølini, sum hava verið frammi í fjølmiðlunum, ið siga, at stakur uppihaldari við einum barni einans hava 69 krónur um dagin at liva fyri ikki eru røtt.

 

- Sambært teimum tølunum, sum eg havi fingið úr Almmanaráðnum, eru tølini hjá 'Í menniskjum góður tokki' 70 prosent við síðuna av. Veruliga upphæddin fyri uppihaldara á forsorg, roknað eftir skattatrýstinum í Tórshavnar Kommunu, er 117 krónur um dagin , sigur Bjarni. 

 

Eisini annað hugsaða dømi hjá Annlis skurrar í oyrunum hjá Bjarna. Sambært honum, so sigur logikkurin í døminum hjá Annlis um tvey foreldur við trimum børnum veruliga tað, at tað hevði loyst seg betur hjá familjuni, at bæði foreldrini vórðu á forsorg.

 

- Í døminum hjá Annlis hevur familjan eina felags inntøku á 13.100 og eina mánaðarliga útreiðslu á 10.150 - altso eru 2.950 krónur til forbrúk til tey fimm. Fóru bæði av arbeiðsmarknaðinum og á forsorg, so hækkaði inntøkan úr 13.100 og upp á 18.590 krónur um mánaðin, sigur Bjarni Djurholm.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Bjarna Djurholm