Tað eru nú 11 umfør síðani, at B68 fór stigaleyst av vøllinum.
Á pappírinum var dysturin í gjár kanska av teimum løttu, nú liðið spældi móti einum dumpikandidati, men júst hesin dumpikandidaturin er nú ikki hvør sum helst. Og við tilgongdini, sum KÍ hevur verið fyri í summar og stóra spenninginum, sum nú umgyrður Toda & Co., varð av sonnum lagt upp til eitt veruligt brak í Klaksvík.
Hetta imponeraði tó slettis ikki toftamenn, sum enn einaferð vístu, hvussu væl teir duga at spæla sítt spæl. Umstillingin – har Nenad Stankovic í stórformi er stýrimaður – gongur við rúkandi ferð, og í fleiri atsóknunum vórðu klaksvíkingar um ein háls, eins og flestu av hinum liðunum hava verið tað, tá spælið hjá toftamonnum koyrir.
Enn eru seks stig upp til HB, ið hevur skrætt seg fullkomuliga leyst, men seinastu vikurnar er slingur komin í valsin hjá HB, og heldur hetta fram, kann liðið væl koma undir eitt trýst, ið er nógv størri, enn tað annars var lagt upp til fyri bara tveimum umførum síðani.
Stríð um bronsuna
Hóast Víkingur bara er eitt stig aftan fyri B68, so bendir nógv á, at teir saman við NSÍ og EB/Streymi mugu noyðast við at stríðast um bronsuna.
Í so máta vann Víkingur sær fyrimun á víkingadegnum leygardagin, tá Sølvi Vatnhamar í evstu løtu syrgdi fyri, at hagtølini móti NSÍ eru so hugalig, sum tey kunnu vera. Samansetta liðið hevur nú spælt fimm ferðir móti NSÍ, og burtur úr hesum eru komin 15 stig.
KÍ spruttar
Hóast tapið, so bendir nógv á, at KÍ veruliga fer at sprutta í seinnu kappingarhálvu. Við málinum og tí, sum skuldi verið upplegg til eitt afturat, prógvaði Todi Jónsson, at hann væl og virðiliga kann standa seg í føroyska fótbóltsoddinum, og bara tað í sjálvum sær gevur KÍ tann mannin, sum kann avgera dystirnar. Og meira enn nakað er tað júst tað, sum klaksvíkingum heur tørvað.
Uppgávan gjørdist tó ikki lættari av trygga sigrinum hjá ÍF, men hesin leggur samstundis upp til eitt ordans slagsmál í dystinum um at halda seg omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Fær KÍ togað sær nøkur stig til høldar, so skulu ÍF, AB og kanska eisini B36 veruliga til at ansa sær. B36 eigur ein dyst til góðar, tá EB/Streymur kemur aftur av Cypros, og hesin skal helst geva stig, um tilveran ikki skal gerast alt ov spennandi tann skeiva vegin.
Brak í Sørvági
Fyri ÍF var sigurin sunnudagin av alstórum týdningi, men hann staðfesti samstundis, at 07 Vestur nú er á Mission Impossible. Enn eru 12 dystir eftir at spæla hjá vágamonnum, men hesir skulu helst geva eini 16-18 stig, um teimum skal vera lív lagað. Og tað kann gerast ein sera møtumikil uppgáva.
Og so er annars lagt upp til stórt brak, tá KÍ vitjar í Sørvági komandi vikuskifti. Vinnur 07 Vestur tann dystin, so eru teir spakuliga við. Vinnur KÍ hinvegin, so kunnu teir leggja stórt trýst á kappingarneytarnar. ÍF spælir tá útidyst móti HB, og AB spælir als ikki, tí teir eisini bíða eftir EB/Streymi.