Toftamenn fáa seg royndar

Grannauppgerð verður seinnapartin á Svangaskarði, har teir næstbestu hjá NSÍ fara at vitja

Sjeynda umfar í næstbestu fótbóltsdeildini verður seinnapartin.

ÍF og B68, sum eru tey einastu, ið mugu roknast at hava møguleika at bjóða av í kappingini um at flyta upp, eiga heimavøll.

 

Á Svangaskarði fáa toftamenn vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. Innanmenninir hava staðið seg so mikið væl higartil, at teir ikki hava tapt. Teir eru á øðrum plássi við sama stigatali sum toppliðið KÍ. B68 hevur vunnið allar dystirnar uttan tann á útivølli ímóti Víkingi. Tá legði B68 rygg til 5-1 tap.

Í dag verður aftur nýggj styrkisroynd hjá Bill Jacobsen, venjara, og hansara monnum.

 

Í Fuglafirði fær ÍF vitjan av teimum næstbestu hjá HB. Eftir 2-1 heimatapið ímóti KÍ hevur ÍF vunnið 5-1 á Skála og 9-0 í Suðuroy. HB tapti fyri viku síðani 2-1 á heimavølli ímóti B68.

 

Á Sandi verður grannauppgerð millum B71 og Suðrungar, sum higartil hava vunnið eitt stig, og ofta hava lagt rygg til stór tap. Trupulleikin hjá Suðringum er, at tað síðsta hálva tíman aftur og aftur eru farin nógv mál ígjøgnum.

B71 vann fyri viku síðani – og eitt sindur óvæntað – 2-1 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi.

 

Víkingur, sum tvær tær seinastu ferðirnar hevur tapt 2-1 á heimavølli – umframt ímóti B71 ímóti NSÍ - skal í dag spæla í Hoyvík. Giza Hoyvík legði fyri viku síðani rygg til 3-0 tap á heimavølli ímóti KÍ.

 

Seinnapartin fer toppliðið KÍ út á Skála. Næstbesta liðið hjá skálamonnum hevur higartil bara vunnið einaferð – í øðrum umfari á útivølli ímóti Suðringum.

 

ÍF – HB: Áron Sofus Vest kl. 15.30

B68 – NSÍ: Rani Skaalum kl. 15.00

Skála – KÍ: Bjarki Danielsen kl. 15.00

Giza Hoyvík – Víkingur: Janus Fossdalsá kl. 16.00

B71 – Suðringar: Rúni Olsen kl. 15.00