Toftamenn fara við sjálvsáliti til Klaksvíkar

Hóast tað bíðar ræðandi mótstøða, so hava úrslitini tvær tær seinastu ferðirnar víst, at tað er ikki ómøguligt hjá B68 at varðveita spenningin ímóti teimum stóru

Tølini siga, at KÍ er ógvuliga væl fyri. Burtursæð frá 2-2 ímóti HB í Klaksvík hevur KÍ vunnið allar hinar dystirnar. Hósdagin var úrslitið 9-0 í Sørvági. Hetta var størsti KÍ sigur á útivølli í 50 ár. Í 1971 royndi ÍF seg fyrstu ferð í bestu deildini. Tá vann KÍ – sunnudagin 31. mai í 1971 – 9-0 í Fuglafirði. Síðani hevur KÍ ikki vunnið so stórt á útivølli fyrr enn hósdagin í Sørvági.

 

Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur KÍ vunnið 9 stig við málmuninum 18-0. Tá ið KÍ í fyrsta umfari var á Svangaskarði, fóru gestirnir norður við 4-0 sigri.

 

Hóast B68 er langt frá KÍ á stigatalvuni, so hava toftamenn tvær tær seinastu ferðirnar víst, at teir kunnu megna at vinna úrtøku ímóti favorittum. Tað tykist sum um, at tað var hentur lærdómur, tá ið B68 tapti 6-0 á heimavølli ímóti Víkingi. Síðani hava úrslitini verið 1-0 tap ímóti HB á Tórsvølli, har toftamenn vóru ógvuliga verjukendir, og so 2-2 á heimavølli ímóti Víkingi. Tá var B68 frammanfyri bæði 1-0 og 2-1.

 

Hjá B68 er miðvallarin Jann Ingi Petersen skaddur, og ímóti Víkingi var miðvallarin Bárður Ó. Jensen, sum annars hevur verið rættiliga drúgvur higartil í ár, ikki við.

 

Hjá KÍ er stór kapping um plássini. Í gjár var Børge Petersen á vøllinum allan dystin, og Deni Pavlovic  og Jonn Johannesen vóru við í fyrra hálvleiki, tá ið næstbesta liði vann 2-1 á útivølli ímóti HB. Jaspar Van Der Heyden varð skiftur inn eftir steðgin. Merkisvert var tað, at bæði Jonn Johannesen og Børge Petersen sóu gula kortið í gjár.

 

B68 hevur ikki vunnið stig í Klaksvík síðani 8. august í 2014, tá ið úrslitið var 0-0. Einasti maður, sum var við ta ferðina, og sum aftur verður á listanum í dag, er Páll A. Klettskarð.