Mánadagin 19. januar skrivaðu partarnir undir sáttmála um bygging av nýggjum trolara til landleiðina innanfyri tólv fjórðingar. Talan er um ein tvídekkaðan stáltrolara. Tað er smápartafelagið Hansa Maria, ið Hans Andrias Poulsen eigur, sum letur trolaran byggja.
Trolarin er 19 metrar langur og 5,75 metrar breiður. Hann fær ein 490 HK motor og lastar 550 kassar.
Sáttmálin er treytaður av, at fígging fæst til byggingina, og at felagið fær loyvi at flyta veiðuloyvið frá gamla bátinum til tann nýggja. Hetta skuldi bert verið ein avgreiðsluspurningur.
Umráðandi ordri
? Tað hevur stóran týdning fyri okkum at koma í gongd aftur. Vit vita, at førleikin versnar, um ov long tíð gongur ímillum tær stóru uppgávurnar, sigur Thormund Johannesen, ið hevur ábyrgd av nýbygningum og størri projektum á Skipasmiðjuni.
Fyri at vera kappingarfør í prísi verður skrokkurin smíðaður í Póllandi, og restin av arbeiðnum verður gjørt í Havn. Trolarin skal latast reiðarínum á flaggdegnum 2005.
Hetta er fyrsti nýbygningur hjá Skipasmiðjuni í tvey ár, tá skipasmiðjan bygdi ein lítlan alibát til Faroe Salmon í Klaksvík. Áðrenn hetta bygdi Skipasmiðjan Teistan á Skála og politibátarnar til Grønlands.
? Skipasmiðjan fegnast um, aftur at fáa ein nýbygning at gera, soleiðis at førleikin hjá monnunum at smíða og útgera skip verður varðveittur her á landi, sigur Poul Mohr, stjóri á Skipasmiðjuni.