Toftamenn í nýggjari útgávu

Men hóast landsliðsmenninir á miðvøllinum á útivølli megnaðu rættuliga at kroysta NSÍ, so fekst ikki meiri enn eitt stig burturúr


 

Fótbóltur

 

Tað var heilt sjónskt, at talan var um grannaupgerð við Løkin í Runvík í góðveðrinum Dýra biðjudag. Nærdystirnir vóru nógvir, men tað var á ongan hátt ófantaligt. Longu spørkini vóru mong, men tey vóru ikki altíð so neyv, og tað vil við øðrum orðum siga, at tað ikki altíð var so polerað fótbóltsspæl. Men tað var tætt, tað var spennandi, og tískil stóðu áskoðararnir sum á nálum.allar 90 minuttirnar í góðveðrinum.

Úrslitið var 1?1, og tað mundi kennast sum ein størri lætti hjá teimum á heimaliðnum og teirra viðhaldsfólkum, tá Oddmar Andreasen bríkslaði fyri síðstu ferð. Tí sjálvt um NSÍ kom á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki, tá Christian Høgni Jacobsen gjørdi nyttu burturúr klossutum brotssparki, sum B68 málverjin gjørdi uttarlaga í brotsteiginum ímóti Sonna L. Petersen, ið elti flatan rennibólt, so vóru tað gestirnir, ið stórar partar av tíðini høvdu leikliga yvirvág. Serliga síðstu løtuna, tá teir á heimaliðnum bara vóru tíggju ? Kári Hansen hevði tvær ferðir sæð gula kortið og harvið varð hann rikin av vøllinum ? var bólturin støðugt á NSÍ hálvuni.

 

Aftur á rætta lagið

B68 javnaði til 1?1 tveir minuttir undan hvíldini. Jákup Eli Olsen, sum í B68 leikskránni til VB dystin varð sagdur at hava sett fótbóltsskógvarnar á hillina, var íðin og nærlagdur vinstri vongverji. Í uppspælinum til útjavnandi málið, var tað hann, sum spældi Øssur Hansen, sum sendi víðari til Fróða Benjaminsen. Landsliðsmaðurin sneiddi framvið einum, áðrenn hann stakk fram ímillum eitt sindur tøvandi NSÍ miðverjuna, og Súni Fríði Johannesen var púra kaldur, tá hann lyfti upp um Jens Martin Kndusen, sum var komin langt út í brotsteigin og gjørdi seg breiðan.

Í upptaktini søgdu vit, at toftamenn í síðstu viku høvdu vaskað talvuna reina, eftir at teir einki stig høvdu fingið burturúr teimum báðu fyrstu umførunum. Í Runavík vóru teir farnir aftur til 4?4?2 útgangsstøðuna, sum teir vóru í fyrstu umførunum í steypakappingini. Jan C. Dam var sera væl upplagdur í miðverjuni, og á miðvøllinum nýtti Øssur Hansen sínar royndir, og Fróði Benjaminsen vísti hugburð, sum tað er langt síðani.

Stórtalentið Jann Ingi Petersen royndi at spæla, inntil hann varð tikin út, og í høgru royndi Arnold Joensen aftur og aftur at bjóða seg til. At B68 bara eina ferð fekk mál vóru tað tríggjar orsøkir til: Jens Martin Knudsen er ein stórur styrkur at hava fingið hjá NSÍ. B68 menninir vóru óhepnir í 1. hálvleiki, tá teir tvær ferðir sendu í tvørtræið, og hóast toppskjúttin í fjør, Súni Fríði Johannesen, skoraði sítt fyrsta mál í ár, so er tað framvegis ein veruleiki, og tað av nátúrligum orsøkum, at B68 álopið ikki enn hevur nátt tað støði, sum tað hevði í fjør.

 

Hava størri møguleikar

NSÍ eigur fleiri góðar bóltsspælarar. Ein teirra er Sjúrður Jacobsen, sum var ytstur í vinstra verjuborði. Fleiri ferðir bjóðaði hann seg til í álopspartinum, og tað var avgjørt mest vandamikið, tá NSÍ royndi at byggja upp í vinstru. Ein annar góður bóltspælari hjá NSÍ er Ian Højgaard. Hann plagar at trívast best sum framrættaður miðvallari. Ímóti B68 var hann ytstur á miðvøllinum í høgru. Ytsti verjuspælarin hjá NSÍ í høgru var Arnfinn Langgaard. Hann hevur størri virði sum stríðsmaður enn sum bóltspælari, og fyri evnini hjá Ian Højgaard var tað spell, at hann ikki hevði møguleikar fyri meiri samanspæli í borðinum.

Heilt eyðsýnt og merkisvert var tað, at tveir av bestu bóltspælarunum hjá NSÍ ? Gert Langgaard og Brynjolvur Nielsen ? ikki komu á vøllin fyrrenn seinna umfarið var væl liðið. Hugburðurin tóktist vera, at tað ráddi meiri um at hava ein miðvøll, sum megnaði at stríðast, enn at lata bóltsspælarar kappast við royndu og góðu bóltspælararnar á B68 miðvøllinum.

Christian Høgni Jacobsen hevur fleiri ferðir prógvað, at hann telist ímillum fremstu álopsspælararnar í landinum. Sonni L. Petersen er eisini væl fyri, men tað var heilt sjáldan, at teir báðir fingu bóltar at arbeiða við, sum teir uttan nakað hóvasták kundu arbeiða víðari við.

Tað eydnaðist NSÍ at fáa javnleik, men tað eiga teir ikki at vera nøgdir við, um teir ætla sær at vera við í heiðursmerkjastríðnum. Fyri B68 eigur tað at vera í lagi at javnleik í Runavík, men í skugganum av soltnu úrtøkuni í tveimum teimum fyrstu umførunum er tað ikki undarlig, um teir iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa alt, tí teir høvdu møguleikarnar til tað.

 

NSÍ-B681-1 (1-1)

1-0: Christian Høgni Jacobsen (br.) 26

1-1: Súni Fríði Johannesen 44

 

Dómari: Oddmar Andreasen (HB)

 

NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Arnfinn Langgaard, Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Sjúrður Jacobsen ? Ian Højgaard, Dánial Hansen, Elian Hansen, Eddie Mikkelsen ? Sonni L. Petersen, Christian Høgni Jacobsen

B68: Magnus Poulsen ? Jan Petersen, Hans Fróði Hansen, Jan C. Dam, Jákup Eli Olsen ? Arnold Joensen, Fróði Benjaminsen, Jann Ingi Petersen, Øssur Hansen ? Súni Fríði Johannesen, Mortan Hansen