Toftir ger klárt til bátafestival

Leygardagin 1. mai verður hin sætti bátafestivalurin hildin á Toftum. Bátafestivalurin á Toftum er ársins fyrsti maritimi festivalur, sum er vorðin størri ár undan ári. Her hava fólk høvi at hittast til hugnaliga samveru í báti, húsvognum ella á motorsúkklum. Festivalurin er eisini fyri øll tey, sum í aðrar mátar vilja hava eina hugnaliga løtu saman við øðrum.

Bátsmanningar fara at seta hvørjum øðrum stevnu og hittast innast á fjørðinum klokkan 12.30 hendan dagin. Norðlýsið siglur undan bátunum úr Skálafirði og út á Toftir.

Umstøðurnar í Oyrahavnini eru góðar, og har er møguleiki at fáa landstreym, vatn og annað til bátarnar.

Tað er Bátafelagið á Toftum, sum er vertur fyri stevnuni og fer at bjóða bátseigarum og manningum vælkomnum við góðum harmonikutónleiki. Eftir komuna, verða manningarnar bodnar til borðs við heitari suppu og øðrum góðum. Oman fyri havnalagið verður eitt øki tókt til tey, sum vitja festivalin við húsvogi.

Eins og undanfarin ár vitja mortosúklur frá MC-felagnum, eins og bátar frá bjargingarfeløgum og skip frá Vaktar- og Bjargingartænastuni leggja leiðina á Toftir hendan dagin.

Nógv ymiskt verður á skránni á festivalinum, bæði til børn, ung og tilkomin, og eitt nú fer countrykongurin, Hallur Joensen, at vitja í tjaldinum og fer at syngja og spæla saman við Jóan Petur Hansen (Beddy) og Kristinu Bærendsen. Seinni um kvøldið verður stórdansur við Halluri Joensen og hansara tónleikabólki.

Bátafelagið á Toftum ynskir øllum vælkomnum á bátafestival og vísir annars til heimasíðuna www.batafelagid.dk