Í morgun hevur Nes kommuna havt ein sonevndan umhvørvisdag, har bygdirnar í kommununi eru ruddaðar so mikið væl, at nú ert klárt at rigga til bátafestival. Nú ein vika er eftir, til ársins fyrsti bátafestivalur fer av bakkastokki, hava fólk í Nes kommunu í morgun verið og ruddað í bygdunum.
Skráin fyri festivalin er løgd, og her verður mangt ymiskt til undirhalds, eins og nógvur tónleikur og sangur eisini eru á skránni.
Hallur Joensen, Hanus G, Niels Midjord og Taborkórið verða at hoyra, og eins og undanfarin ár kunnu børnini aftur í ár gleða seg til hoppiborgir og annað.
Á skránni eru framsýningar, uppboðssøla og annað, og m/s Jøkul fer eisini at hava sangløtu á stevnuni.
Fríggjakvøldið verður diskotet fyri tey ungu, og leygarkvøldið verður dansur við Halli Joensen.
Bátafelagið á Toftum sigur, at bátarnir, sum verða við í siglingini, skulu møta í Skálafirði leygardagin hin 7. mai klokkan 12.
- Vit vænta, at hetta enn einaferð verður eitt vikuskifti við hugna og við góðum veitslulag - og vit vænta nógv fólk til bygdar, sum koma við báti, húsvogni og bili.
Bátafelagið væntar eisini, at fólkið í kommununi fer at taka eins væl undir við bátafestivalinum hesaferð, sum gjørt hevur verið hini árini.