Trætumál
Sagt verður í Sandoynni, at ósemja er við at taka seg upp um, hvar Teistin skal leggja at á fyrsta túrinum. Skopuningar taka sum givið, at hann kemur til Skopunar, tí tað er har, hann skal sigla fast, meðan ávísir politikkarar heiman av Sandi vilja hava hann til Sands framsýningartúrin.
Kelda okkara, sum vil vera ónevnd, men hvørs samleika Sosialurin kennir, sigur, at okkurt er, sum bendir á, at ósemja er við at taka seg upp um, hvar skipið skal leggja at á hesi fyrstu vitjan síni í Sandoynni.. Keldan heldur, t tað er poltitiski stoltleikin hjá onkrum almennum persónum, sum ger seg galdandi.
Hvussu er og ikki, er greitt, at skopuningar fyrireika eitthvørt í samband við, at Teistin kemur í sigling.
Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, sigur, at skopuningar gleða seg til nýggja skipið, og ætla at markera dagin, tá tað kemur fyrstu ferð í Sandoynna.
Teistin fer í reguliga sigling millum Skopun og Gomlurætt um páskirnar, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfarskipum Landsins. Um tað verður beint undan ella beint eftir páskir, veit hann ikki nágreiniliga enn. Men eykaloyvi hjá Tróndi gongur út tann 15. apríl, sum er páskadagur, so tað verður um ta tíðina.
Orsakað av havnarviðurskiftunum í Hesti, verður ikki siglt út í Hest beinanveg, Teistin fer í sigling. Tað verður helst ikki fyrr enn einaferð í summar, at ferjulegina í Hesti verður klár at taka í móti honum.
Strandfaraskip Landsins fáa annars Teistan handaðan frá Skipasmiðjuni á Skála leygardagin 31. mars. Síðan skal manningin brúka nakrar dagar at kunna seg við og um skipið, áðrenn hildið verður ráðiligt at fara undir ferðafólkaflutning.
-Men um páskirnar verður tað so, sigur Reidar Nónfjall.