Ein tokvanlukka í Danmark í morgun hevur kostað seks mannalív. Hetta er tann ringasta tokvanlukkan í yvir 30 ár
Seks fólk doyðu í morgun í tokvanlukku á Stórabeltsbrúnni, tá ein snartok á veg av Fyn til Sjællands varð rakt av einum parti av einum góðstoki, sum koyri mótsættan veg. Tað er tann ringasta tokvanlukkan í á donsku jarnbreytunum síðani 1988.
Les her um nakrar av teimum ringastu tokvanlukkunum í Danmark:
– 7. november í 2002 doyr eitt fólk og fimm fáa skaða, tá tvey S-tok renna saman á Holte Station.
– 2. mars í 2000 doyggja tveir tokførarar og eitt ferðafólk, tá tvey regionaltok renna saman á niðurløgdu støðini í Kølkær millum Herning og Brande.
– 1. mai í 1997 renna tvey lokaltok á Helsingør-Hornbæk-Gilleleje breytini saman við Firhøj sunnan fyri Gilleleje. Tvey fólk doyggja, og 20 fólk fáa skaða.
– 18. januar 1993 rennur eitt regionaltok saman við eitt góðstøk sunnan fyir Næstved Stadion. Eitt ferðafólk og eitt starvsfólk hjá DSB doyggja, og fýra ferðafólk fáa skaða.
– 28. desember í 1992 doyr ein tokførari, og tvey ferðafólk fáa lættari skaða, tá náttartokið úr Frederikshavn til Keypmannahavnar fer út av jarnbreytini í einum sporskifti við Roskilde Station.
– 19. august 1991 doyr ein 25 ára gamal maður, og 70 fólk fáa skaða, tá eitt linju B-tok móti Holte á Dubbølsbro Station rennur saman við eitt linju C-tok móti Klampenborg.
– 25. apríl 1988 doyðu átta fólk, og 72 fingu skaða í eini tokvanlukku í Sorø, har eitt tok við nógvari ferð koyrir av sporinum.
– 11. mars í 1986 rennir eitt góðstok á veg úr Keypmannahavn til Roskilde gjøgnum eina forðing við Hvidovre Station og koyrir niður á Hvidovreveh. Eitt fólk doyði.
– 9. september 1983 koyrir eitt ferðafólkatok úr Frederikssund móti einum mótkoyrandi góðstøki við Stenløs á Sjællandi. Trý fólk doyðu og 22 fingu skaða.
– 7. september í 1973 koyrir eitt S-tok frá Hillerød inn í eitt tok, sum stendur stilt við Østerport Station. Tvey fólk doyðu og 23 fingu skaða.
– 24. mars í 1971 rennur eitt S-tok saman við góðstokvognum millum Birkerød og Allerød, eitt fólk doyði og fimm fingu skaða.
– 10. august 1967 koyrir snartokið »Nordjyden« á snartokið »Sudvestjyden«, sum stendur stilt uttan fyri Odense. 11 fólk doyðu og 47 fingu skaða.
Keldur: Ritzau, DSB.
/ritzau/