Toldi Jacob ikki at vera á landsfundi

Finnur Helmsdal, tingmaður

Hergeir Nielsen, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, legði í heyst uppskot fyri tingið um eina javnari áseting av ferðakostnaði kring landið.
Málið hevur fingið sera drúgva viðgerð í tinginum, umframt at rættarnevndin hevur tosað við viðkomandi persónar og stovnar.
Niðurstøðan var púra greið. 32 tingfólk taka fult og heilt undur við, at tað skal ikki vera dýrari hjá ávísum føroyingum at ferðast í Føroyum enn hjá øðrum. Hóast hetta varð uppskotið felt. Partvís tí talan var um andstøðuuppskot, men eisini tí tað ørkymlaði fólk, at tað er tykist so torført at samanbera og javna viðurskiftini, ið viðvíkja ferðsluni sjóvegis og so ferðsluna gjøgnum tunlarnar. Landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jacob Vestergaard, fekk tó eina greiða og inniliga áheitan frá øllum tinginum, um at arbeiða víðari við málinum og, so skjótt til ber, koma við eini lýsing av viðurskiftunum, soleiðis at tingið kann hava aðalorðaskifti um hetta álvarsmál.
Sjálvur segði Jacob Vestergaard seg ikki ætla at liggja á boðunum, og hann ætlaði at tey í Innlendismálaráðnum skuldu fara undir hetta arbeiði av álvara fyrst í nýggja árinum. Sjálvur metti hann hetta málið hava sera stóran týdning, og segði seg fegnast almikið um tingsins góða vilja.
Men bert fáa dagar aftan á drúgva aðru viðgerð av málinum lesa vit í fjølmiðlunum, at sami Jacob Vestergaard, á landsfundi hjá flokki sínum, boðar frá, at hann hevur ætlanir um at bjóða siglingina hjá Strandferðsluni út. Ja men, hvussu ætlar landsstýrismaðurin at javnseta ferðakostnaðin sjóvegis og gjøgnum tunlar, samstundis sum hann bjóðar siglingina út til privatar at røkja. Skulu privatu, sum átaka sær siglingina, sjálvi áseta prísin, ella skulu tey fáa ein posa av pengum afturfyri javningina? Er alt bara fjas, sum Jacob Vestergaard sigur og ger? Er hann bert enn ein hátalari hjá ávísum í flokkinum? Og skal játtanin til Strandferðsluna nýtast til at leska onkrum floksstuðlum?
Nú kann Jacob hava fingið ein feril av flokspsykosu, nú hann hevur verið saman við ravnunum um vikuskiftið. Kanska hevur hann fingið eina ella tvær dosur ov nógv av ómorali og ørum. Men eg fari staðiliga at vísa á, at eg, sum rættarnevndarlimur, havi als ogan hug til nýta mína tíð til at hjálpa Jacob Vestergaard til at fremja enn meiri fólkafloksørskap. Og so slettis ikki nú vit eru ávegis inn valárið.