Hóskvøldið 15.oktober kl. 20.00 verður stór og forkunnug konsert í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Talan er um eina konsert við bólkinum ‘Tollarar og Syndarar’ (T.O.S.).
Hetta er fyrstu ferð, at T.O.S. spælir í Danmark - og uttanlands yvirhøvur.
T.O.S. spælir tónleik, ið er eitt sindur torførur at seta í bás og kann kanska best lýsast sum ein vavstur av tónleikaligum íblástri úr øllum ættum. Bæði poppur, valsur og rokkur er umboðaður - enntá ofta í sama sangi. Harmonika, melodika, klokkuspæl, mandolin og onnur spennandi ljóðføri standa sterk í ljóðmyndini, ið annars eisini umfatar trummur, bass, guitar osfr.
Tekstirnir eru meiri siðbundnir. Teir viðgera ymisk evni, bæði tílíkt, sum hevur við trúarlív at gera og annað, sum kann fáa tankarnar í sving hjá flest øllum.
Bárður á Lakjuni, Eiler Hansen, Jógvan S. Sevdal, Jákup Heinesen, John Eliassen, Pól R. Wolles, Jan Nónklett og Sólrún Ásta Haraldsdóttir manna T.O.S.
Tvær úgávur eru higartil komnar frá bólkinum. Tann fyrra í 2010 og hin seinna í 2014. Á konsertini verða løg av báðum útgávunum framførd.