Tollarin allarhelst deyður av iltmanguli

Skipið er skrásett í Føroyum, men hevur norskt reiðarí, norskan skipara og eysturevropeiska manning.

Løgreglan í Kopervik hevur boðað frá, at tollarin, ið var funnin deyður umborð á Heidi, allarhelst er deyður av iltmanguli.

- Tað er ikki mistanki um nakað kriminelt. Tann deyði hevur skaðar, sum benda á eitt fall niður í eitt rúm við lágum súrstoffsinnihaldi, skrivar Tron Kristiansen, av sýsluskrivstovuni á Karmøy.

 

Maðurin var funnin lívleysur umborð á Heidi klokkan 22.50 í gjárkvøldið. Heilsufólk royndu at fáa lív aftur í mannin inntil klokkan 23.31, men staðfestu tá, at maðurin var deyður.

 

Tveir aðrir tollarar vóru umborð saman við manninum, men maðurin var einsamallur, tá óhappið hendi.

 

Heidi er skrásett í Føroyum. Eigari er sp/f Timberline Henriette. Útgerðarmaður er Annfinn Vitalis Hansen. Reiðaríið í Noregi eitur Storesletten Rederi AS. Skipið hevur norskan skipara og litaviska ella russiska manning.

 

Les eisini Tollari funnin deyður umborð á føroyskum skipi.