Tom er søgusigari

"Søgan: Tey dansaðu nakin," sum eisini er í internet-sosialinum, er fortald av einum storyteller. Einum søgusigara. Tveir søgusigarar úr Hetlandi og Orknoyggjum vóru í Føroyum fyrst í juni. Tom Your er ein av teimum, og hann fortaldi sína søgu. Les eisini "Birita og søgurnar." Hesar greinar hoyra saman

? Føroyingar og vit hava nógv til felags í mentanarligum høpi. Norðurlendska mentanin er rættiliga sterk á Orknoyggjunum. Vit hava eitt ávíst tilknýti til Skotland, men vit eru ikki skotar. Vit kenna okkum nógv meira heima her í Føroyum, enn vit gera í Skotlandi.
Tað sigur Tom Your, søgusigari úr Orknoyggjum, um sín fyrsta túr til Føroya. Hann sigur, at oyggjabólkarnir báðir minna um hvønn annan.
? Serliga í 70?unum og 80?unum gekk fram á við strembanini eftir meira sjálvstýri. Vit liggja á kantinum av Skotlandi, og einasta orsøkin til, at Skotland hevur hildið upp á okkum, er, at vit hava olju í Orknoyggjum og Hetlandi. So tað gevur nógvar pengar til skotsku stjórnina. Men burtursæð frá tí, so hava skotar ongan áhuga í okkum, sigur Tom Your.
? So vit kenna okkum at vera uttanfyri. Okkara trupulleikar verða ikki ordiliga viðgjørdir í skotsku stjórnini, sigur hann.
Ævintýr og heksajakstranir
Tom Your sigur, at teirra søgur eru fólksligar. Søgurnar eru vorðnar ein partur av mentanini, tí fólk dáma væl søgurnar.
? Vit hava eina blanding av ymsum søgum. Vit hava ævintýr ella "wonder tales." Søgur um kópar, sum taka skinnið av og verða menniskju. Søgur um havfrýr og ósjónligar oyggjar, sum hoyra til huldufólk. Tað er ein fantasi-verð, sigur Tom Your.
? Men vit hava eisini søgur um heksajakstranir, kríggj, hungursneyð - viðurskifti sum ávirka oyggjalívið.
Søgusigararnir vóru bert í Føroyum í fáar tímar, áðrenn teir fóru víðari á teirra søguleið.