Tom Hagen er reiðiligur og álítandi

- Eg eri vís í, at Tom Hagen hevur einki við hetta at gera. Eg fái ilt í búkin, tá eg hugsi um hetta, sigur vinfólk, sum hevur kent Tom og Anna-Elisabeth Hagen síðan 2007.

 

- Um Anne-Elisabeth Hagen vildi farið, so hevði hon verið farin fyri langari tíð síðan.

Tað sigur ein kvinna, sum kennur norsku hjúnini, Ann-Elisabeth og Tom Hagen, sum hava verið nógv umrødd í norskum og øðrum miðlum, síðan Anne-Elisabeth Hagen sporleyst hvarv úr heimi sínum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018 - ella fyri stívliga tveimum árum síðan. 

Vinkonan vísir á, at hjúnini høvdu trupulleikar í hjúnalagnum í nítiárunum, men trýr slett ikki, at nakar hjúnaskilnaður var upp á tal teirra millum, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

Umrødda kvinna, sum ikki vil vera navngivin, kom sambært tv2.no at kenna Hagen-hjúnini í 2007 og eitt hálvt ár eftir, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv, var hon til avhoyringar hjá løgregluni um málið. 

- Eg eri vís í, at Tom Hagen hevur einki við hetta at gera, sigur hon avgjørd.

Kvinnan snakkaði við Anne-Elisabeth Hagen fáar dagar, áðrenn hon hvarv. Nøkur vitni hava sagt, at ríkmanskonan tóktist at vera í villareiði vikurnar fyri, at hon bleiv burtur.

- Hon var ógvuliga glað, tá eg snakkaði við hana. Eg minnist væl samrøðuna. Hon var úti og luftaði hvølpin. Vit snakkaðu í 40 minuttir, og tað tóktist ikki, sum nakað var galið.

Høvdu tit báðar eitt álitisforhold? - Ja, tað upplivdi eg, at vit høvdu. 

Hvat við teimum, sum siga, at hon var í villareiði? - Tað er rætt, at hon var stúrin, men hetta snúði seg um eitt fólk, hon kendi, sum var rakt av sjúku. Eg hoyrdi hana ongantíð ivast í hjúnabandinum, sigur vinkonan.

Í apríl í ár varð Tom Hagen skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av egnu konu síni. Sjálvur sigur miljarderurin, at hann als ongan leiklut hevur í, at kona hansara er horvin. Vinkonan sigur, at hon skilti ikki eitt petti av tí heila, tá Tom Hagen varð handtikin. Tað kom sum eitt sjokk.

Soleiðis, sum tv2.no skilir málið, heldur løgreglan, at trupulleikar í hjúnabandinum og ein møguligur skilnaður við fíggjarligum avleiðingum eru motivini fyri, at Tom Hagen hevur syrgt fyri, at kona hansara er beind av vegnum. Sjálvur hevur maðurin í avhoyringum sagt, at tey bæði ongantíð í álvara høvdu snakkað um at skiljast.

Vinkonan vísir á, at hon ongantíð hevur hoyrt hjúnini snakkað um at skiljast. - Um Anne-Elisabeth Hagen vildi farið, hevði hon verið farin fyri langari tíð síðan. Hinvegin eri eg vís í, at tey bæði høvdu dugað at loyst sínar trupulleikar við køksborðið við einum koppi av kaffi. Eg havi ongantíð hoyrt tey bæði siga nakað ilt um hvønn annan.

Vinkonan heldur, at myndin, sum løgreglan ber fram í ljósið av Tom Hagen, er ljót. - Hann er ein góður, etiskur, reiðiligur, álítandi og familjukærur maður.  Eg fái ilt í búkin, tá eg hugsi um hetta. Tom Hagen brúkar allar sínar tankar og orku til at finna konu sína. Øll sakna Anne-Elisabeth Hagen, sigur vinkonan, sum tv2.no hevur skift orð við.

##med2##