Fleiri stjørnur í Hollywood eru við í einum filmi, sum snýr seg um tíðina, frá tí at Barack Obama vann forsetavalið í 2008, innsetanini árið eftir og tey trý árini í embætinum síðani.
Í heyst er aftur forsetaval í USA. Obama stillar uppaftur, og filmurin um hansara tíð í Hvítu Húsunum higartil er ein partur av valstríðnum og vísir, at hansara valstríð er í ferð við at byrja so smátt.
Í filminum verður sagt frá forsetanum og avrikum hansara, og ta eyðkendu frásøgurøddina eigur tann stóra Hollywoodstjørnan Tom Hanks. Tað sigur heldur ikki so lítið, at Oscar-vinnarin Davis Guggenheim er leikstjóri.
Tom Hanks hevur ongantíð dult fyri, at hann valdi Barack Obama í 2008, og at hann ger tað sama í heyst.