Tómar sparibússur seldar fyri 1.100 krónur

Tvær sparibússur frá gamla Sjóvinnubankanum vóru settar til sølu á Facebook í gjár, og sigast má, at áhugin var stórur.

 

Eingin minstiprísur var ásettur, so fyrsta boð var 50 krónur. Písurin fór tó skjótt upp eftir, og eftir fýra tímum var hægsta boð komið upp á 300 krónur, og longu tveir tímar seinni yvir 800 krónur.

 

At enda vóru tveir mans, ið kappbjóðaðu um bússurnar og teir helmaðu ikki í, fyrr enn hægsta boð var 1.100 krónur.

 

Sigast skal, at sambært keyparanum vóru bússurnar tómar.