Klaksvík:
- Vit hava tikið stig til hetta tiltak sum eina roynd at fáa ein part av mistari inntøku hjá felagnum innaftur, sigur ein av manningini, Petrina Venned, sum sipar til, at Norðoyastevnan í ár var ein heilkiksari, tá tað ræður um inntøku hjá Klaksvíkar Róðrarfelag.
Tiltakið í neystinum byrjar, sum sagt, klokkan tíggju leygarmorgunin, og høvi verður hjá fólki, umframt at vitja tombolaið, eisini at hugna sær við einum kaffimunni og onkrum afturvið. Tí ætlanin er, at ein kafé eisini skal verða har. Um viðrar verða stólar og borð sett uttanfyri, um ikki, so verður kaféin inni í bátaneystinum.
Petrina og hini, sum skipa fyri hesum tiltaki, vóna sjálvsagt, at fólk fara at taka væl undir við tiltakinum. Men tey vita eisini, at leygardagin spæla Danmark og Argentina áttandapartsfinalu í HM, so tá verða gøturnar helst manntómar.
- Men vit vóna tað besta, kortini, sigur Petrina, og leggur aftur at, at tað eru ikki øll, sum eru so vill eftir fótbólti.
Ætlanin er eisini, at um tombolaið ikki er liðugt, tá kappróðurin á Eystanstevnu byrjar, so kunnu fólk sita niðri í neystinum og lurta.
- So meðan rógvararnir gera sína skyldu úti á Skálafirðinum, fara vit at royna at geva felagnum eina hjálpandi hond her, sigur Petrina.
Tað er ongin loyna, at Norðoyastevnan var onki fíggjarligt kupp hjá Klaksvíkar Róðrarfelag í ár, so umframt hetta tiltakið hava rógvararnir eisini selt lutaseðlar, sum verða drignir leygarkvøldið, tá rógvararnir eru komnir aftur til Klaksvíkar.