Tomgongd í Gundadali

Í einum fyri tað mesta linligum dysti, snávaði HB í dystinum móti VB, sum við javnleikinum blásti gullstríðið víðopið aftur

Fótbóltur

Seinastu vikurnar er favorittleikluturin hjá HB vorðin alt meira sjónskur. Frá nógvum síðum hevur verið ført fram, at liðið hevði beina kós ímóti næsta FM-heitinum á rað, og í so máta skuldi kósin haldast við einum sigri, nú VB kom á vitjan.
Hendan ætlanin varð tó av ongum. VB sýndi frá fyrsta minutti í dystinum sunnudagin, at teir vóru komnir eftir eina stiginum. Við denti á ein væl skipaðan verjupart, royndu teir fyri tað mesta at standa rætt afturi á vøllinum, og so kanska eisini at dúva upp á onkran kontramøguleika, um hesin skuldi koma.
At HB soleiðis fekk tríggjar fjórðingar av vøllinum fyri seg sjálvt, hevði fyrst og fremst tvær avleiðingar. Fyri VB var tann fyrra av meira vandamikla slagnum, tí í nógvum førum datt liðið ov langt aftur á vøllin fyrstu løtuna, soleiðis at HB?arar at kalla ótarnaðir komu fram í skotstøður. Støður, sum tó einki málið kastaðu av sær, takkað verið Bjarna Johansen. Hin avleðingin ? og hon var vandamikil fyri HB ? var at heimaliðið als ikki varð trýst at seta ferð á spælið fyri at sleppa runt á vøllinum. Tí kom stórur partur av fyrra hálvleiki at ganga fyri seg í slow-motion, og tí eydnaðist tað ongan tíð vertunum at lata verjuna hjá gestunum upp.

Vánaligar verjur
Var talan um fáar møguleikar fyri steðgin, so broyttist hetta tó seinastu trý korterini. Ikki endiliga tí spælið á vøllinum batnaði so øgiliga nógv, men heldur tí verjurnar á liðunum báðum eisini høvdu hug at seta ferðina eins nógv niður.
Fyrstu løtuna eftir steðgin høvdu bæði Milan Culic og ikki minst Palli Augustinussen heilt góðar møguleikar at leggja VB framum, men hetta eydnaðist ikki, og so var tað HB, sum átti møguleikarnar. Tann størsta av hesum fekk Rógvi Jacobsen ivaleyst, tá hann noyddi Bjarna Johansen í eina stórbjarging, men yvirhøvur lág HB væl framvið. Tað nærmasta teir komu var tó eitt væl skotið fríspark frá Andrew av Fløtum, sum tó tók skeivu megin stólpan.
Ikki fyrr enn seinastu tíggju minuttirnar ella so gjørdist talan um veruligt trýst frá HB. Vágbingarnir tóktust nú heldur ikki at orka meira, og við tað at bólturin støðugt varð sparkaður niðan, var tað at kalla altíð ein reyð/svørt troyggja, sum tók ímóti, soleiðis at nýtt álop kundi byrja. Hetta gjørdist tó ongan tíð nóg mikið. Fleiri ferðir vórðu bóltar sendir inn í brotsteigin, og oftani var trunkuspæl í og kring brotsteigin, men tær fáu ferðirnar, at møguleikar spurdust burturúr, átti vágbingar ein tryggan aftasta skansa í Bjarna Johansen.

Sum vera man, so vóru tað vágbingarnir, sum vóru fegnastir um úrslitið, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. Teir høvdu fingið tað, sum teir komu eftir, og ikki minst mundi gleðin eisini vera so sjónlig, tí liðið hesaferð hevði havt teir smáu marginalarnar við sær, heldur enn ímóti, sum tað so ofta hevur verið í ár.
Hjá HB var støðan heldur øðrvísi. Við javnleikinum loyvdu teir í øllum førum B68, B36 og kanska NSÍ við aftur í FM-stríðið, har HB fram til sunnudagin hevði so nógv tey bestu kortini á hondini. Enn er tað eisini HB, sum liggur best fyri í hesum, men trýstið frá kappingarneytunum er nú munandi størri. Eftir landsliðssteðgin, sum nú kemur, skal oddaliðið nú vitja á Mølini, har tað sjáldan er lætt at spæla, og so koma dystirnir, sum alt meira tykjast skula avgera gullstríðið í ár. Fyrst B68 og síðani B36, áðrenn KÍ kemur á vitjan seinasta umfarið. Avgjørt ikki lættir dystir, men fyrimunurin er so, at teir allir eru í Gundadali. So er spurningurin bara, um avrikið verður hvassari til ta tíð, enn tað var sunnudagin.

Dysturin í tølum
HB-VB 0-0
Dómari: Petur Skarðenni. Lat í nógvum førum ov nógv óftantaligt spæl ganga, uttan at hetta varð revsað.

HB: Bárður Johannesen ? Hans á Lag, Jan C. Dam, Símun Eliasen, Janus M. Joensen ? Rúni Nolsøe, Martin Christensen, Hallur Danielsen ? Tór-Ingar Akselsen, Rógvi Jacobsen, Andrew av Fløtum
VB: Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Nikolic ? Mortan í Hørg, Anders Sørensen, Milan Kulic, Dan Djurhuus, Palli Augustinussen ? Brian Andresen, Birgir Jørgensen