Ein av bestu kvinnuligu málmonnunum í landinum er úr Vestmanna. Talan er um Tommu Petersen, sum í fleiri ár hevur vart málið hjá VÍF-kvinnunum – eisini tá tær vóru í bestu deildini seinast. Men tá ið VÍF endaði ovast í næstbestu deildini í fjør, var tað ikki við Tommu í málinum. Sterki málmaðurin hevur nevniliga verið í Danmark síðsta árið, men nú er Tomma aftur í Føroyum. Hon skal eisini verja málið hjá besta kvinnuliðnum í Vestmanna, og hetta má metast at vera ein stórur styrkur undan komandi kappingarári.