Tony, sum er føddur og uppvaksin í New York og ættaður úr Italia – búsitandi í Texas, var í dag saman við einum amerikimanni og trimum fólkum úr Japan á vitjan hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra.
Tey fingu ein bita afturvið einum drekkamunnin og vórðu kunnað um ymisk viðurkskifti í Klaksvík og her um leiðir – um mentanar- og vinnulívið her og hvussu hesin býurin annars er settur saman.
Eisini datt prátið inn á grind og grindarakstur og var sýslumaðurin, Karl Johansen eisini við og kunnaði um hvalastingaran.
Eitt sindur varð greitt frá um aldargomlu hagtølini og hvønn týdning grind hevur fyri Føroyar - eisini sum partur av siðgøgu okkara.
Um vit taka 2013 sum dømi, tá ið 1104 hval løgdu beinini, so kann hetta lagaliga umroknast til, at um keypt verður neytakjøt í staðin fyri, fyri kr. 55 / kg, so svarar tað til eini kr. 45 mill í spardum innfluttningi av neytakjøti ella smáar kr. 1000,- pr. borgara í Føroyum pr. ár.
Tony Marano, sum er ein rættiliga fyrimomandi maður, er best kendur fyri at speireka Paul Watson og Sea Shepherd í teirra stríði móti hvalaveiðuni.
Eyðstein Poulsen, skipari á Ågot og býráðslimur kom framvið av einum fundi, so hann fekk høvið til eitt stutt prát við Tony Marano eisini – m.a. um einaferð teir fingu ein stóran døgling í gørnini við Ågot í 2001, sum kom nógvum til góðar í býnum.
Fremmandu gestirnir fóru norðurum saman við Livar Nysted, sum eisini hevði hópin at greiða frá.