Oddabrak verður í EIK-liguni hjá kvinnum í kvøld. Í Klaksvík tekur Mjølnir ímóti SÍ.
Bæði Mjølnir og SÍ eru komin væl frá byrjan og hava níggju stig í part. SÍ hevur munin á stigatavluni, tí liðið einki sett hevur tapt, meðan Mjølnir í dystinum móti Fleyr vann 3-1.
Dysturin millum Mjølnir og SÍ verður í Badmintonhøllini í Klaksvík klokkan 19:45.
Støðan:
Lið Dystir Stig
1. SÍ 3 - 9
2. Mjølnir 3 - 9
3. Fleyr 4 - 9
4. TB 4 - 8
5. Dráttur 4 - 6
6. Ternan 3 - 1
7. ÍF 3 - 0
8. KÍF 4 - 0