Toppdystur á Hálsi

Kyndil og H71 hava higartil verið liðini, sum mesta hondbóltstosið verður um. Leygardagin bresta tey saman í veruligari toppuppgerð

Fyrri dysturin millum liðini í ár endaði við javnleiki, og uttan iva vóru tað hoyvíkingarnir, sum vóru betri nøgdir um tað úrslitið. Fram til seinastu minuttirnar høvdu teir grønu tá nevnliga eina trygga leiðslu, men sum so ofta fyrr, so megnaðu hoyvíkingarnir at vinna Kyndli nakrar neisur.
Og einki er at ivast í, at tað aftur er ætlanin leygardagin. H71 hevur í ár víst seg sum ein av teimum heilt seriøsu biðlunum til oddasessin, og avrikini higartil hava veruliga borið boð um, at liðið fer at blanda seg í oddin. Tann sessurin hoyrir tó enn heima hjá Kyndli, sum burtursæð frá fyrsta javnleikinum hevur fingið fulla úrtøku í sínum dystum.
Tað hevur millum annað havt við sær, at Kyndil í løtuni er tvey stig undan H71, og so er spurningurin, hvørt tað skal eydnast hoyvíkingunum at javna hendan munin.
Í hinum báðum dystunum um vikuskiftið er talan um greiðar favorittar. StÍF fekk av at vita frá Neistanum í fyrsta dystinum á árinum, men fyri tað nógva mundi hetta vera tekin um vanliga sløva startin hjá StÍF. Seinnu umførini eru teir komnir alt betri við, og móti einum Neistaliði, sum tykist hava lítið at bjóða í ár, skuldi møguleikin so avgjørt verið fyri tveimum tryggum stigum.
Tað skuldi tað eisini verið hjá VÍF, sum fer á vitjan hjá KÍF. Kollfirðingar hava annars ofta argað vestmenningarnar, men fyribils tykist munurin á liðunum at vera somikið stórur, at talan skuldi kunna verðið um tryggan sigur til teir gulu.