Sum vit nevndu í blaðnum mikudagin, so háttaðu úrslitini í flogbóltinum seinasta vikuskiftið seg soleiðis, at spenningurin í teimum báðum deildunum er um at fjara út.
Kvinnurnar hjá Mjølni og menninir hjá Fleyr eru so langt frammanfyri hini liðini, at tað bara er spurningur um tíð, til leikararnir á nevndu liðum kunnu staðfesta, at tey eru meistarar.
TB skal vinna
Í kvinnudeildini er tað so, at Mjølnir ikki spælir hetta vikuskiftið, men kortini er tað eitt slag av toppdysti, sum verður á Giljanesi leygardagin. Dráttur og gestirnir úr TB eru ávikavist nummar tvey og trý, og skulu vágagentur gera sær nakrar vónir at enda á øðrum plássi íár, so skal dysturin móti TB bara vinnast.
Støðan hjá TB er nett tann sama. Tær eru í veruleikanum einasta liðið, sum teoretisk kann hótta Mjølnir og tí er tað eitt heilt einfalt krav at tær vinna dystin móti Drátti.
Hvussu leikur so fer, er ikki gott at vita og enn verri at spáa um. Dráttur vann seinasta vikuskiftið á Fleyr, meðan tað eftirhondini er langt síðani at TB yvirhøvur spældi - av ymsum ávum sjálvsagt. Dráttur er ikki so illa fyri í ár, og tað tykist, sum tær hava fingið spælið meira støðugt, nú kappingarárið fer at halla. TB fekk hinvegin ein rimmar smeit við byrjanina av árinum, tá nógvir leikarar fóru av oynni, og tað er nakað, sum tekur tí at javna út. Hetta hevur ikki eydnast teimum enn, men fyri tað liggja tær og kappast um annað pláss.
Hin dysturin í deildini er botnuppgerðin millum Fleyr og ÍF, sum verður spældur í Gundadalshøllini.
Her er støðan tann, at tað er bara eittans stig millum liðini undan dystarbyrjan og verður endin tann, at ÍF vinnur, so koma tær úr botninum fyri fyrstu ferð í ár. Samstundis fer Fleyr heilt í botnin, og tað mann vera fyrstu ferð í nógv, nógv ár.
Sum úrslitini hjá liðunum hava verið í seinastuni kann dysturin fara hvønn veg tað skal vera.
Toppdystur í Havn
Tá kvinnurnar hjá Fleyr og ÍF hava gjørt burtur av sær sunnudagin, sleppa menninir hjá Fleyr og Fram, framat. Her er talan um reinan toppdyst, sum í roynd og veru avgerð meistaraheitið.
Vinnur Fram er enn ein vón um, at eitt sindur av spenningi verður varðveittur, men vinnur Fleyr, so er spenningurin fokin.
Í løtuni eru teir so langt á odda, at tað í grundini bert er ein teoretiskur møguleiki, at teir ikki gerast meistarar í ár, men hann er har.
Meta vit eftir spælinum higartil í ár, so er einki at ivast í, at Fleyr er favorittur til sigurin, tí teir hava víst sera gott og varierað spæl. Kortini hava teir rist á hondum seinastu báðar dystirnar, sum teir tó hava vunnið tá teir hava sett ferðina upp. Tá var talan um lið, sum liggja longri niðri í stigatalvuni, og nú teir hitta Fram er ikki óhugsandi, at teir seta fulla ferð á beinanvegin.
Um Fram er tað at siga, at teir munnu vera tað liðið, um nakað, sum skal steðga Fleyr. Um jóltíðir var væntandi, at tað skuldi gerast Mjølnir, men klaksvíkingar taptu innanhýsis dystin móti Fram í Havn, og tað setti yngra havnafelagi í avbjóðarasessin.
Hóast fleiri góðir leikarar eru á Fram liðnum, so er eftir okkara meting, ikki sannlíkt, at Fram tekur stig frá Fleyr.
Hin dysturin verður í Sørvági, har SÍ fær vitjan av ÍF. Eisini her er talan um botnuppgerð, og bert tvey stig eru millum liðini.
Sørvingar hava eftir eitt gott tíðarskeið fyrr í vetur, ikki havt somu eydnuna við sær, og tað merkir í veruleikanum, at teir - um teir tapa - kunnu enda heilt í botninum. Hetta er úrslitið av kappingarreglunum, sum siga, at tá kappingin er hálvrunnin, vera stigini býtt í helvt. SÍ hevði seks stig - fyri tríggjar vunnar dystir - meðan ÍF hevði 2 stig fyri ein vunnan dyst. Tí kann tað kanska tykjast órímuligt, at fuglfirðingar nú við einum sigri kunnu fara framum.
Løgin skipan? Tað er tað møguliga, men tað er hon, sum er vald framum aðrar.