Hondbóltur
Eingin dómari er komin!
Hetta var støðan, tá Stjørnan og VB sunnudagin gjørdu seg til at spæla dystin, sum kanska skuldi verða avgerandi fyri gullánirnar hjá VB, samstundis sum dysturin hevði stóran týdning fyri stríðið hjá Stjøruni um bronsumerkini.
Hetta er fyrstu ferð í ár, at slík hending er komin fyri, men tíðspunktið kundi neyvan verið valt verri. Bara tað at støðan er íkomin, er í sjálvum sær nakað, sum ongan tíð kann góðtakast, men til ein slíkan dyst...
Samskiftisbrek
Tað er líkt til, at øll miseran um væntandi dómararar er íkomin av eini røð av brekum í samskiftinum millum dómarar, heimalið og hondbóltssambandið.
Í øllum førum siga bæði HSF og Stjørnan, at tey í øllum førum hava røkt síni fráboðanarskyldu, meðan dómararnir hinvegin siga seg ikki vita av nøkrum.
Kappingarleiðarin hjá HSF, Jógvan Martin Mørk, sigur at dystaryvirlitið til bæði dómarar og feløg verður sent umvegis teldupost í góðari tíð. Fyri eini fjúrtan døgum var tó greitt, at onkur broyting mátti gerast, tí ein flogbóltsdystur skuldi spælast í Klaksvík, samstundis sum dysturin millum Stjørnuna og VB stóð á skránni, men eisini hendan broyting er fráboðað øllum pørtum.
Í Klaksvík vilja tey eisini vera við, at alt er gjørt, soleiðis sum tað skal.
Formaðurin í hondbóltsdeildini hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, Geir Wardum, sigur at tey kanska kundu havt sagt dómarunum umvegis telefon, men hinvegin heldur hann ikki, at hetta skuldi verið neyðugt.
- Vit hava sent fráboðanirnar út umvegis teldupost. Vit kundu kanska havt sagt frá umvegis telefonina, men hinvegin hava vit nú nýtt teldupostin heilt leingi, og tað hevur alla tíðina rigga væl, so tú mást spyrja dómararnar um, hví teir ikki vóru á staðnum, sigur Geir, sum annars sjálvur var dómari í dystinum.
Hin dómarin í dystinum var annars Egil Steintórsson, sum av arbeiðsávum er búsitandi í Klaksvík í løtuni, eftir at hann annars í nógv ár hevur búleikast í Vági. Soleiðis vóru tað tveir dómarar við tilknýti til hvør sítt felag, sum stóðu fyri dømingini, og sum skilst á lagnum, so gekk hendan eisini væl.
Eingin fráboðan komin
Høvuðspersónarnir í málinum tykjast sostatt at vera dómararnir, sum av HSF vóru settir at døma dystin.
Sambært yvirlitinum skuldu hesir vera Jákup Símun Simonsen og Hallur Danielsen úr H71, men hesir siga seg ongan tíð hava fingið nøkur boð um at koma til Klaksvíkar at døma.
- Eg plagi vanliga at fáa ein teldupost við teimum dystum, sum vit skulu døma, men hesa ferð havi eg so einki fingið at vita. Hvørki frá HSF ella Stjørnuni, segði Jákup Símun Simonsen, tá vit mánadagin fingu orð á hann.
- Og eg dugi væl at síggja, at hatta er ein keðilig støða, sum eg harmist um er íkomin, men stórt meira enn tað, fái eg so ikki gjørt. Høvdu vit fingið boðini, so vóru vit sjálvandi farnir avstað, er einastas viðmerkingin, sum Jákup Símun hevði um málið.
Hvussu var og ikki, so spældi alt tó so toluliga væl av. Men hendingin sjálv má í øllum førum seta spurnartekin við, hvussu fráboðanarskyldan skal verða framyvir.Í meldrinum av kunningum, sum ferðast umvegis alnetið er í øllum førtum skjótt, at ein fráboðan ella ein teldupostur verður burtur.