Toppdysturin hevði alt

Talan var um flogbólt av besta slagi, tá SÍ og TB brustu saman í Sørvági í gjár. Og enn eina ferð megnaðu tvørakvinnur at vinna á oddaliðnum, ið kortini longu hevur tryggjað sær pláss í FM-finaluni

Flogbóltur

Har vóru langar duellir og spælarar báðu megin netið tveittu seg í gólvið ferð eftir ferð. Lív var alla tíðina í toppdystinum í Sørvági í gjár, tá nummar eitt, SÍ, tók ímóti nummar tvey, TB. Og tí var heldur ikki ringt hjá teimum mongu áskoðarunum at liva við frá byrjan til enda.
Sum altíð, vóru sørvingar væl mannaðir uttan fyri vøllin, men eisini TB-fjeppararnir gjørdu vart við seg og gjørdu sítt til, at dysturin fekk tann góða karmin, hann hevði uppiborið.
Inni á vøllinum vóru tað so eisini feilirnir, ið gjørdu tað stuttligt at hyggja. Júst, sum tú helt, at nú hevði annað liðið fingið fatur í langa endanum, kom ein servufeilur ella eitt smasj útav, og so var alt púra opið aftur. Liðini vóru jøvn og hóskaðu hvørjum øðrum sera væl, so hetta var ein toppdystur, ið hevði alt, sum skuldi til!
At tað so at enda gjørdist TB, sum vann, var kortini ikki óuppiborið, tí tvørakvinnur vóru tendraðar og fingu serliga í fjórða setti víst, at tær vóru nóg kaldar til at gera tingini rætt í avgerandi løtunum. Í dystinum hevði TB tríggjar ferðir so nógv servuess sum SÍ, og tað var óivað ein munur. Men bæði lið høvdu 15-20 servufeilir, so tað var kanska ikki sørt, at nervarnar hingu uttaná til tíðir.

TB fyri aðru ferð
Beinanvegin sást, at hetta var ein dystur, ið helst fór at vera púra opin allan vegin. SÍ var á odda so seint sum 21-20, men kortini stakk TB av við fyrsta settinum. Hinvegin svaraði SÍ væl aftur í øðrum setti, har sørvágskvinnur vóru á odda stórt sæð allan vegin, men ímóti endanum mundu mist alt, tá TB fór at nærkast.
Mest spennandi og best spælda settið var nokk tað triðja, har tað allan vegin ígjøgnum bylgjaði aftur og fram. Her endaði næstan hvør einasti bóltur við duell, og bæði SÍ- og TB-kvinnurnar ofraðu seg fult út í bæði verju og álopi. Liðini skiftust um at blokka hitt liðið, og tí var neyðugt at brúka hugflogið í álopsspælinum, tá bóltarnir skuldu vinnast.
Avgerðin í dystinum fall í fjórða setti, tá TB nokk so tíðliga fekk lagt sjógv millum seg og SÍ, tí síðsta javna støðan var 7-7. TB fór upp á 12-8 og økti spakuliga, so eitt skifti vóru seks bóltar á muni. SÍ royndi at koma afturíaftur ímóti endanum, men kom ongantíð nærri enn tvey stig, so tí fekk TB at enda tikið bæði settið og sigurin.
Hetta er annar ósigurin hjá SÍ hetta kappingarárið, og tann fyri var eisini við TB hinu megin netið, so líkt er til, at TB er størsta hóttanin ímóti SÍ, nú FM-finalurnar nærkast. SÍ hevur longu tryggjað sær pláss í finaluni, so nú er upp til TB og Mjølnir at kappast um hin finalusessin – og hesi bæði møtast í Trongisvági sunnudagin…