Toppfundurin verður í Gundadali

Troyttu meistararnir eru í Trongisvági, KÍ er vertur á norðoyastevnu, og Víkingur er favorittur á heimavølli

Longu seinnapartin í gjár varð farið undir fimtanda umfar. Tað var dramatiskt, tá ið AB í 96. minutti javnaði til 1-1 á Vágseiði og harvið syrgdi fyri, at frástøðan fram til FC Suðuroy framvegis er fimm stig. AB málskjútti var málverjin Heðin Stenberg, sum eftir horna við høvdinum setti bóltin í netið.

 

Klokkan 15 í dag eru hinir fýra dystirnir á skránni. Í Gundadali verður endurtøka av steypauppgerðini millum HB og NSÍ hóskvøldið. Ta ferðina vann NSÍ 1-0. Á støðutalvuni er NSÍ ovast og fimm stig frammanfyri HB, ið er á triðja plássi.

 

Meistararnir í B36 hava bara vunnið eina av fýra seinastu ferðunum í landskappingini, og mikukvøldið varð B36 varpað úr steypakappingini. Í dag skal B36 stríðast fyri stigunum á torføra útivøllinum við Stórá í Trongisvági.

KÍ hevur vunnið tríggjar tær seinastu ferðirnar við samlaða málmuninum 7-1. Tað plagar ikki at ganga væl á norðoyastevnu, men í dag fáa klaksvíkingar møguleika at gera upp við soltnu stevnuhagtølini. ÍF verður stevnugestur.

Víkingur hevur vunnið tríggjar tær seinastu steypafinalurnar. Hóskvøldið tryggjaði Víkingur sær atgongumerki til ársins finalu. Í dag er møguleiki at halda fram við góðu gongdini, tá ið botnliðið EB/Streymur vitjar í Sarpugerði.

 

Í dag

TB-B36: Lars Müller kl. 15.00

HB-NSÍ: Páll Augustinussen kl. 15.00

Víkingur-EB/Streymur kl. 15.00

KÍ-ÍF: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

Í gjár

FC Suðuroy-AB 1-1 (0-0)

1-0: Jón Krosslá Poulsen 53.

1-1: Heðin Stenberg 96.

 

Støðan

NSÍ 31

B36 27

HB 26

Víkingur 24

KÍ 23

ÍF 17

TB 16

FC Suðuroy 13

AB 8

EB/Streymur 6

FC Suðuroy og AB hava spælt 15 dystir, og hini liðini hava spælt 14 dystir