Toppleiðari í russiska herinum er deyður

- Generalmajorurin, Sergej Goryatsjev, læt lív í einum fíggindasinnaðum rakettálopi, skrivar russiskur hernaðarbloggari.

Ein av mest umrøddu russisku hernaðarbloggarunum, Voenkor Kotenok, sigur, at ein toppleiðari í russiska herinum er deyður í álopi í Ukraina.

 

Bloggarin skrivar, at generalmajorurin, Sergej Goryatsjev, er deyður á hermótinum í Zaporizjzja-regiónini.

 

- Hernaðarleiðarin læt lív í einum fíggindasinnaðum rakettálopi, skrivar Voenkor Kotenok á Telegram.

 

Deyðsfallið er ikki váttað av óheftum keldum, men stórmiðlar, sum CNN og Bild, endurgeva hernaðarbloggaran, Voenkor Kotenok.

 

- Kríggið tekur tey bestu. Herurin hevur mist ein av teimum snildastu og mest effektivu leiðarunum við professionaliteti og persónligum móti, leggur bloggarin aftrat.