Toppliðini vunnu stórsigrar

1. deild kvinnur: KÍ vann á útivølli ímóti Víkingi, AB vann á heimavølli ímóti Skála, og í Gundadali basti B36 grannunum í HB. Tað tørnaði soleiðis út, sum tað frammanundan kundi roknast við, tá ið tað í dag var fult umfar í bestu kvinnudeildini í fótbólti.

Oddaliðið KÍ var í Sarpugerði, har KÍ vann 4-1. Hálvleiksstøðan var 2-0 til KÍ.

AB vann 6-1 á heimavølli ímóti Skála, sum var á odda 1-0 í hálvleikinum við brotssparksmáli.

Grannauppgerð var í Gundadali, og har var eingin ivi. B36 vann 3-1, og tað var ikki fyrrenn tveir minuttir undan leikloki, at HB minkaði um munin.

 

AB-Skála 6-1 (0-1)

0-1: Birna Johannesen br 38.

1-1: Ásleyg Súnadóttir 50.

2-1: Elsa Splidt Jacobsen 53.

3-1: Mona Breckman 64.

4-1: Simona Heinesen 72.

5-1: Simona Heinesen br 76.

6-1: Ásleyg Súnadóttir 84.

 

Víkingur-KÍ 1-4 (0-2)

0-1: Rannvá B. Andreasen 17.

0-2: Sigrid Jacobsen 39.

1-2: Heidi Sevdal 57.

1-3: Sigrid Jacobsen 70.

1-4: Paula Mikkelsen 90.

 

B36-HB 3-1 (1-0)

1-0: Anja Weyhe 16.

2-0: Birita Mortansdóttir 61.

3-0: Margit Magnusdóttir 68.

3-1: Marianna Jacobsen 88

 

Støðan eftir 8 umfør:

KÍ 22

AB 19

B36 10

Víkingur 7

Skála 7

HB 4