Klokkan 19 verður fyrsta bríksl í 16. umfari. Bólturin fer á rull í Klaksvík, har KÍ hevur vitjan av ÍF.
Tríggir dystir vera í morgin, og tann síðsti verður sunnudagin.
Hjá heimaliðnum er norski álopsspælarin Ole Erik Midtskogen millum teir sjey á beinkinum. Heini Vatnsdal er so mikið skaddur, at hann er ikki á listanum hjá KÍ.
Hjá ÍF er tað merkisvert, at liðformaðurin og verjuálitið Jan Ó. Ellingsgaard er so mikið skaðadarvaður, at hann ikki er á listanum. Uros Stojanov hevur leingi verið toppskjútti. Hann og Jóannes Bjartalíð hava skorað 11 mál. Í kvøld er Jóannes Bjartalíð sum altíð millum teir fyrstu 11 hjá KÍ, meðan Uros Stojanov fyri fyrstu ferð er á beinkinum hjá ÍF. Tað er rættiliga merkisvert.
KÍ er á øðrum plássi við 38 stigum, og ÍF er á sætta plássi við 20 stigum.
23. mai hevði ÍF vitjan av klaksvíkingum. Ta ferðina vann KÍ 4-1.
Veðrið at spæla fótbólt er av tí fagrasta í Klaksvík, har tað sambært ásetingunum hjá Fótbóltssambandinum ikki er loyvt áskoðarum at savnast við vøllin.
KÍ – ÍF kl. 19.00
Dómari: Alex Troleis
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Odmar Færø, Ólavur Niclasen – Jonn Johannesen, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð
Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Dávid Langgaard, Ísak Simonsen, Ole Erik Midtskogen, Børge Petersen, Boris Dosljak, Steinbjørn Olsen
Venjari: Mikkjal K. Thomassen
ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen, Tóri Nolsøe Olsen, Gundur E. Petersen – Hákun Edmundsson, Ari Ó. Ellingsgaard – Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin, Hans Jákup Lervig – Philip Djordjevic
Á beinkinum: Tóri T. Traðará, Uros Stojanov, Sámal Joensen, Pól Jákup Lundsbjerg, Rói Kallsoy Róin, Jóhan Petersen, Andy Ó. Olsen
Venjarar: Ólavur Larsen og Hans Jørgen Djurhuus