Toppskjúttin er á beinkinum

Felags fyri NSÍ og KÍ er, at tey sakna ein av lyklaspælarunum

Klokkan 19 fer Eiler Rasmussen at bríksla fyri fyrstu ferð við Løkina í Runavík, har NSÍ eigur heimavøll ímóti toppliðnum KÍ í fyrsta dysti í 12. umfari í landskappingini. Hinir fýra dystirnir vera 2. hvítusunnudag.

 

Fyrr í vikuni var tað greitt, at NSÍ miðverjin Jóhan Troest Davidsen ikki verður við tí hann hevur brotið hondina. Nú er tað greitt, at Páll A. Klettskarð ikki verður millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ. Páll er saman við Andreas Lava Olsen ovast á máltindinum við 9 málum.

 

Páll er darvaður av skaða í rygginum, men hann er á KÍ beinkinum. Hjá KÍ er Bob Sumareh fremsti maður í kvøld. Hann hevur fýra ferðir verið millum ellivu teir fyrstu og fýra ferðir er hann skiftur inn. Hann hevur skorað seks mál í landskappingini.

 

 

 

NSÍ – KÍ kl. 19.00

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Betuel Hansen, Tróndur Jensen, Jacob Trenskow, Pætur Turiðarson Skipanes – Mikkel Elbæk Jakobsen, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

 

Á beinkinum: Dánial Danielsen, Atli D. Petersen, Pætur Hentze, Jørgen Nielsen, Mórits Heini Mortensen, Aron Knudsen, Sjúrður Pauli Nielsen

 

Venjari: Allan K. Jepsen

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Lars Daniel Bjørkman – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen,  Claes Philip Kronberg – Jóannes Bjartalíð, Bob Sumareh

 

Á beinkinum: Kristian Joensen, Dávid Langgaard, Jesper Brinck, Páll A. Klettskarð, Jonn Johannesen, Jaspar Van Der Heyden, Boris Dosljak

 

Venjari: Mikkjal K. Thomassen