Toppskjúttin er skaddur

Undir upphitingini á Svangaskarði í dag noyddist Sebastian Lau Nielsen at gevast

B68 legði í dag rygg til 4-0 heimatap ímóti Víkingi.

 

Eftir dystarlok ásannaði B68 hjálparvenjarin André Olsen, at avrikið var væl lakari enn tað, sum toftamenn eiga í sær, og serliga í fyrra hálvleiki, sum Víkingur vann 3-0, var avrikið hjá heimaliðnum lítið sannførandi:

 

-Vit vóru ikki avgjørdir og grammir í nærdystunum og í kappingini um returbóltarnar, og í uppspælinum vóru vit ikki nóg neyvir og hugflogsríkir. Nú fáa vit vitjan av KÍ, og tað skal heilt øðrvísi avrik til, enn vit vístu í dag, sigur B68 hjálparvenjarin André Olsen.

 

Tað hevði neyvan broytt stórvegis um tað, sum gekk fyri seg á Svangaskarði seinnapartin, tí víkingarnir vóru so nógv meiri sannførandi, men tað kom illa við, tá ið tað undir upphitingini varð greitt, at álopsspælarin Sebastian Lau Nielsen ikki var førur fyri at spæla.

 

-Eg kendi, at vøddaskaði í lærinum var á veg, og so valdu vit, at eg ikki skuldi spæla í dag. Tað fer vónandi at bera við sær, at eg veri klárur at spæla um eina viku, sigur Sebastian Lau Nielsen.

 

25 ára gamli danski spælarin hevur fótað sær væl á Toftum og í B68. Hann hevur í landskappingini skorað fimm mál í fimm dystum – B68 hevur tilsaman skorað seks mál í seks dystum – og í steypakappingini skoraði hann annað málið, tá ið B68 skírisdag tapti 4-2 á Argjum.