Tað var undirhald fyri allar pengarnar, tá ið HB í kvøld var vertur í grannauppgerðini ímóti B36.
Árstalsfelagið, sum er niðarlaga statt á støðutalvuni, vísti tenn, og síðstu løtuna var um reppið, at tað eydnaðist teimum í B36 at skora sigursmálið.
Úrslitið var 2-2, sum eisini var hálvleiksstøðan. Talan var um tætta uppgerð, nærdystirnir vóru nógvir, uttan at tað nakrantíð var ljótt spæl.
Tað var heilt týðuligt, at tað vóru tey í B36, sum vóru fegnari um avrikið og úrslitið. Tað kendist sum um, at B36 hevði vunnið eitt stig, meðan tey í HB kendu seg at hava tapt tvey stig!
HB-B36 2-2 (2-2)
Dómari: Eiler Rasmussen
1-0: Rógvi Poulsen 23.
1-1: Bergur Midjord 27.
2-1: Andrew av Fløtum 32.
2-2: Magnus Olsen 40.
HB: Símun Rógvi Hansen - Pætur Jørgensen, Hans á Lag, Vagnur Mohr Mortensen, Mortan úr Hørg (Poul Thomas Dam, 46.) - Bjarni Jørgensen (Johan Eivind R. Mouritsen, 88.), Fróði Benjaminsen, Kári Nielsen - Páll M. Joensen, Andrew av Fløtum (Tróndur Sigurðsson, 80.), Rógvi Poulsen
B36: Jóan Pauli Dahl Jakobsen - Johan Ellingsgaard (Sjúrður Thomassen, 80.), Herbert í Lon Jacobsen, Pól Arni Jacobsen, Ásbjørn V. Gunnarsson - Magnus Olsen, Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen, Sam Malsom - Brima Koroma (Høgni Eysturoy, 90.), Bergur Midjord (Jákup á Borg, 63.)
Gult kort: Sam Malsom, Jákup á Borg