Tveir triðingar av 2009 kappingarárinum eru eftir farna vikuskiftið lagdir aftur um bak. Hesa ferð áttu tey fimm niðastu á støðutalvuni heimavøll ímóti teimum fimm ovastu. Meðan fimm tey ovastu í 17. umfari øll vóru á heimavølli, har tey vunnu fulla úrtøku, so hilnaðist tað ikki so væl hjá teimum hesa ferð.
HB vann í Klaksvík, og Víkingur vann á B36 í Gundadali. Í hinum trimum uppgerðunum noyddust gestirnir til hús aftur við ongum. B68 stóð fyri fyrstu ferð síðani 26. apríl við ongum, tá ið síðsta bríkslið hevði ljóðað í Sørvági, NSÍ noyddist ongul í reyv av Argjum, og EB/Streymur megnaði ikki at reisa seg eftir tapið mikukvøldið á heimavølli, nú tá ið samansetta liðið fekk nýggjan møguleika í Fuglafirði.
Stóri vinnarin hesa ferð var HB. Oddasessurin hjá høvuðsstaðarliðnum er eitt stig tryggari nú, enn hann var undan 18. umfari, og tey, sum royna at renna aftaná, eiga nú eitt umfar minni at røkka HB í, enn tey áttu undan hesum umfarinum.
Stóri taparin í toppinum var B68, sum einki fekk burtur úr ímóti botnliðnum. Undan útsetta dystinum ímóti Víkingi síðsta mikukvøld var møguleiki fyri, at toftamenn skuldu taka seg væl nærri toppinum. Tað høvdu teir, um teir høvdu havt vunnið á heimavølli ímóti Víkingi og á útivølli ímóti 07 Vestur. Uppaftur størri hevði spenningurin verðið, um tað eisini hevði havt lagað seg soleiðis, at HB ikki vann fulla úrtøku í Klaksvík.
Soleiðis tørnaði tað ikki út. B68 úrtøkan var eitt stig burtur úr tveimum dystum, og HB úrtøkan var trý stig burtur úr einum dysti. Sjálvandi verður tað spennandi, tá ið B68 sunnudagin fer í Gundadal at spæla ímóti HB. Men nú er oddasessurin hjá HB so mikið tryggur, at hann ikki verður stórvegis hóttur, hóast HB í síðsta triðinginum av kappingini skuldi tapt tveir dystir og spælt ein javnan. Og hví skuldi oddaliðið komið í ta støðuna nú, tá ið HB í tveimum teimum fyrstu triðingunum av kappingimni bara eina ferð er farið av vøllinum uttan úrtøku?
Í løtuni er tað ikki so lítið sannlíkt, at HB við sigri á grannunum í B36 í 23. umfari, sum verður 13. september, kann tryggja sær FM heitið.
Víkingur er næstfremst, og samansetta liðið hjá gøtumonnum og leirvíkingum er heilt væl fyri. Tríggjar tær næstu ferðirnar bíða ÍF, KÍ og 07 Vestur, áðrenn Víkingur skal í Gundadal at vitja HB.
Sær svart út í Klaksvík
Stóru tapararnir í stríðnum at sleppa undan niðurflyting vóru hesa ferð KÍ og B36. Við tveimum sigrum í fýra dagar hevur AB tikið eitt risa stig burtur frá hóttanini av niðurflyting, og ÍF syrgdi við heimasigri á EB/Streymi fyri, at tað nú skal nógv til hjá teimum niðanfyri strikuna at fáa fatur á fuglfirðingum.
Klaksvíkingar vildu so ógvuliga fegnir vísa rætta hugburðin ímóti HB. Støðutalvan vísir, at KÍ hevur trupulleikar í báðum endum, og gongdin seinastu vikuna hevur verið staðfestin av, at tað skal meiri til at røkka bjargingini enn at fáa góð og kend nøvn á liðið. Todi Jónsson hevur verið so mikið skaddur, at honum hevur ikki borið til at spælt tvær tær seinastu ferðirnar, og Atli Danielsen hevur verið meiri enn hálvskaddur.
Støðan hjá B36 minnir nógv um hana í Klaksvík. Árstalsfelagið hevur trý stig fleiri at taka av, enn KÍ hevur tað. Leygardagin bendi einki á, at B36 fer at vinna fleiri stig, og skulu tey vinnast, so eru vánirnar ivaleyst bestar í hesum mánaðinum. Undan mánaðarskiftinum hevur B36 hitt AB, ÍF, KÍ og 07 Vestur. Serligur lykladystur verður tað, tá ið B36 23. august fer at fáa vitjan av KÍ.
Tað eru nógv dømi um, at lið hamskiftast, tá ið tað snýr seg um lív ella deyð. Avrikini leygardagin hjá AB, ÍF og 07 Vestur eru dømi um hetta. Brekkan er serliga brøtt hjá 07 Vestur, men um tað komandi sunnudag fer at eydnast at vinna fulla úrtøku í Streymnesi, so fer tað ikki at síggja heilt vónleyst út.
Um teir í KÍ og B36 ikki nú beinanvegin finna stríðshamin fram, so flytir annað av hesum heiðurskrýndu feløgunum niður og kanska bæði tvey. So hættislig er støðan hjá teimum.