Toppurin fekk fult

Orsaka av U-19 landsliðs ferðini í Danmark í síðstu viku vórðu fleiri av dystunum, sum áttu at havt verið spældir leygardagin, útsettir

Bara tveir dystir vórðu spældir leygardagin, og í gjárkvøldið varð ein á skránni. Harafturat varð mikukvøldið í síðstu viku útsetti dysturin millum HB og TB spældur. Tríggir dystir, sum sambært skránni átti at havt verið spældir, eru útsettir. Harvið verður støðan ikki rættuliga røtt fyrrenn mitt í næstu viku. Tey trý í toppinum hava spælt, og støðan er einki broytt.

B68 er framvegis topplið við beinari kós móti Formula deildini, og við fullari úrtøku til bæði FSV04 og ÍF eru tað framvegis tvey stig ímillum tey bæði, sum kappast um seinna uppflytingarplássið.

Mikukvøldið tapti TB við Krzystof Popczynski við róðrið og fleiri útleigaðum HB spælarum á liðnum 3-1 í Gundadali ímóti HB. Miðvallarin Ólavur í Ólavsstovu skoraði tvær ferðir fyri HB, og Sjúrður Ellefsen, sum í summarsteðginum er fluttur úr FSV04 og í HB, skoraði eina ferð. Sasa Jovanovic javnaði til 1-1 fyri TB.

Leygardagin var HB í Sandavági, har heimaliðið vann 2-1. Líkindini vóru ikki so góð, tí tað var nógvur vindur langs eftir vøllinum.

Heimaliðið hevði vindin undan í 1. hálvleiki, og teir royndu seg ofta við longum sendingum til álopsspælararnar. HB hevði betri tak á samanspælinum, men teir spældu seg ikki til so nógvar upplagdar málmøguleikar.

Eftir ein hálvan tíma legði Jákup Joensen heimaliðið framum eftir hornaspark. Miðvallarin Jovan Panic legði innfyri, og tá ið bólturin varð sendur út aftur í borðið, og Panic legði innfyri aftur, setti Jákup Joensen krúlllin undir bóltin.

Átta minuttir undan steðginum javnaði Jóhan Borðoy til 1-1 eftir gott uppspæl í vinstru. FSV04 skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu seks minuttir. Málskjútti var brasilski miðvallarin Heron, sum sneiddi seg leysan í brotsteiginum, áðrenn hann setti bóltin í málið.

Í Sørvági var oddaliðið B68 sera sannførandi, hóast teir í 1. hálvleiki bara skoraðu eina ferð. Stóri málslúkurin var aftur hesa ferð Dánial Hansen, sum skoraði trý mál og harvið gjørdi hattrikk. Miðverjin Arnbjørn Danielsen skoraði eitt mál fyri B68 eftir hornaspark.

Veteranurin Jens Erik Rasmussen pyntaði um fyri SÍ, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.

Í góðveðrinum í gjárkvøldið vunnu fuglfirðingar 2-0 í Runavík. Hjá heimaliðnum var setningurin at halda tætt í verjupartinum so leingi, sum tað bar til. So kundu evnaríku og skjótu menninir í fremstu røð royna at avgera, tá ið fuglfirðingar gjørdust grammir og harvið kanska sleptu í verjupartinum.

Soleiðis tørnaði tað als ikki út. ÍF skoraði tvey mál í 10. og 12. minutti, og harvið vóru fyritreytirnar góðar hjá fuglfirðingum. Í báðum førum var Bartal Eliasen málskjútti, og í báðum førum skoraði hann við høvdinum. Í fyrra førinum eftir innlegg úr vinstru, og í seinna førinum eftir innlegg úr høgru.

ÍF var omaná í 1. hálvleiki, og eftir steðgin var NSÍ væl við, men teir megnaðu ikki at skjóta mál.


1. deild

Mikudagin 1. august

HB-TB 3-1 (3-1)

1-0: Sjúrður Ellefsen

1-1: Sasa Jovanovic

2-1: Ólavur í Ólavsstovu

3-1: Ólavur í Ólavsstovu


Leygardagin 4. august

FSVágar04-HB 2-1 (1-1)

1-0: Jákup Joensen 30.

1-1: Jóhan Borðoy 38.

2-1: Heron 84.


SÍ-B68 1-4 (0-1)

0-1: Dánial Hansen 15.

0-2: Dánial Hansen 47.

0-3: Arnbjørn Danielsen 61.

0-4: Dánial Hansen 76.

1-4: Jens Erik Rasmussen br 86.


Mánadagin 6. august

NSÍ-ÍF 0-2 (0-2)

0-1: Bartal Eliasen 10.

0-2: Bartal Eliasen 12.


17. umfar

14. august

SÍ-HB


18. umfar

14. august

KÍ-LÍF

B36-TB