Hondbóltur
Enn er Neistin ósigrað oddalið í Atlantic Airways-kappingini. Og tá teir fyri tveimum vikum síðani vunnu heimadystin móti StÍF, skræddu teir bláu seg veruliga leysar.
Spurningurin hesa ferð er tí, um Neistin kann endurtaka hetta, ella um StÍF hinvegin klárar at økja um spenningin aftur.
Hjá Neistanum verður vónað, at Áki Mørk aftur er tøkur. Hann hevur verið úti í nakrar vikur við einum menisk-skaða. Hinvegin má liðið vera Karl Oddmar Rasmussen fyriuttan, og serstakliga í verjupartinum er hetta ein dyggur smeitur.
VÍF ígongd
Hinir dystirnir hetta umfarið eru eisini áhugaverdir. Vestmenningar tykjast veruliga hava fingið ferð á seinastu tvey umførini, og tað er hetta, sum teir skulu byggja víðari á, nú teir vitja hjá hoyvíkingum. H71 hevur hinvegin heldur ikki ráð at missa, um teir skulu fylgja við ovaru liðunum ,og tí vilja báðir partar helst leggja nógv fyri.
Spurningurin er so, hvar Kyndil flýtur hesaferð. Higar til hava avrikini hjá liðnum sveiggjað heilt nógv, og fleiri munnu halda, at botnurin varð raktur seinasta vikuskiftið, tá teir grønu vórðu at kalla úrlætnir móti StÍF. Hesa ferð er mótstøðan stigaleysa KÍF, og á pappírinum er tað ein dystur, sum skal geva stig, um Kyndil ætlar sær við í fína selskapið. Hinvegin er tað so púrasta vist, at kollfirðingar vilja stríðast, soleiðis at teir sleppa á talvuna, áðrenn kappingarárið verður heilt miseydnað.