Toppurin vinnur og botnurin tapir

Hjá bæði FCK og Brøndby var tað ikki fyrrenn í síðstu løtu, at sigursmálini vórðu skorað

SUPERLIGAN

Mesta tosið í donskum fótbólti snýr seg í hesum døgum um, hvør fyrsti venjarin fer at verða, sum fer at fáa sekkin. Tað eru fleiri, sum verða mettir at hanga í klønum tráði. Ein teirra er Poul Hansen. Í donsku miðlunum var mest sum hvønn dag í vár roknað við, at nú fór dámligi og karismatiski AGF venjarin at fáa reyða kortið, tí felagið tóktist hava beina kós ímóti niðurflyting. Men tað eydnaðist hjá stóra Århus felagnum at venda gongdini, og venjarin fekk møguleikan at fyrireika nýtt kappingarár. Fyritreytirnar hava ikki verið tær bestu. Fleiri spælarar fóru úr felagnum í summar, og tá ið fleiri hava verið skaddir í heyst, hevur tað verið um reppið, at tað hevur eydnast at manna lið. AGF hevur tapt nógv, og venjarin hevur verið í miðlaligum ódnarveðri.
Tá ið AGF fyri knøppum trimum vikum síðani tapti nógv á heimavølli ímóti OB, sum rættuliga er á aldukambinum, var talan um nýtt vatn á mylluna, men venjarin varð ikki sendur til hús. Mikukvøldið var AGF í Odense. OB vann 4?2. Talan var um væl betri AGF avrik, enn tað var í heimadystinum ímóti OB. Nú hevur venjarin biðið um fund við leiðsluna í AGF. Hann tímir ikki meiri hvønn einasta dag at fáa at vita í miðlunum, at hann fer at fáa sekkin. Hann vil hava at vita, um hann skal halda seg til sáttmálaskeiðið, sum gongur fram til næsta summar. Hetta kennir hann eyka trongd til, eftir at tað í vikuni hevur ljóðað, at svenski venjarin hjá Djurgården, sum síðsta sunnudag endurvann svenska meistaraheitið, nú skal vera venjari hjá AGF.
Í OB er lagið gott. Serliga fegin hevur Mwape Miti orsøk at vera. Í báðum teimum omanfyri nevndu dystunum ímóti AGF hevur hann skorað trý mál hvørja ferðina. Hann er næstovast á skjúttaralistanum. Einasti spælarin, sum hevur skorað oftari, er álopsfelagin hjá honum, Steffen Højer. Mikukvøldið skoraði hann eitt mál.
Frammanfyri OB á støðutalvuni eru trý feløg, sum øll vunnu mikukvøldið. Brøndby er oddalið. Teir vunnu 1?0 á heimavølli ímóti Viborg, sum var undir støðugum trýsti, men megnaði at verja inntil tað bara restaði ein lítil løta. Jón Rói Jacobsen hugdi at. Hann hevur slitið krossbandið og verður ikki at síggja á vøllinum fyrrenn í fyrsta lagi eina ferð í vár. Ein av kappingarneytunum hjá Jón Róa til miðverjuplássini, svenski Andreas Jakobsson, skoraði einasta málið.
Umframt Toda Jónsson var Zuma millum FCK spælararnar, sum ikki vóru við í Herfølge. Suðurafrikanarin hevur kent seg illa til passar. Tað verður sagt, at Zuma spælir væl, tá ið tað er ljóst og heitt í Danmark, og at tað ikki gongst so væl hjá honum, tá ið tað gerst myrkari og kaldari. Hesa ferð vóru Álvaro Santos og Peter Møller í FCK álopinum, meðan Jörgen Pettersson var framrættaður miðvallari. Herfølge kundi havt verið frammanfyri við tveimum málum, tá ið tað var hálvleikt, men FCK fekk einki mál ímóti sær. Tá ið tað restaði ein lítil løta skoraði Álvaro Santos fyri fyrstu ferð í superliguni. Einki er at siga til, at hann var ovurfegin. FCK hevur nú vunnið teprar 1?0 sigrar á bæði Herfølge og AB. Teir í FCK kenna seg at hava verið hepnar, nú teir framvegis eru við í oddastríðnum, sjálvt um fleiri av lyklaspælarunum ikki eru tøkir. Umframt Toda og Zuma vóru eitt nú Mykland og Peter Nielsen ikki við í Herfølge.

Samleikin burtur
Vánaligast stendur tað í løtuni til í FC Nordsjælland. Fjølmiðlarnir eru farnir at sammeta støðuna í felagnum við hana, sum í fjør valdaði í Farum kommunu. Í fjør var talan um stóra kreppu í Farum, har tað var neyðugt at lyfta lokið av, reinsa út og síðani so smátt at fara undir at byggja uppaftur. Í summar skifti fótbóltsfelagið navn frá Farum Boldklub, sum akkurát hevði vunnið bronsukrónurnar, og til FC Nordsjælland. Nú verður tosað um, at eingin kennir seg eiga fusiónsfelagið, og røddir eru frammi, sum vilja venda aftur til Farum navnið.
Í næstsíðsta umfari tapti Farum 5?1 á útivølli ímóti Frem. Hesa ferð áttu teir heimavøll, og tað hilnaðist uppaftur verri. Fusiónsfelagið hjá Ikast og Herning, FC Midtjylland, vitjaði, og gestirnir gjørdu fullkomuliga av við FCN, sum noyddist at leggja rygg til 7?1 tap. Í fjør varð Christian Andersen roknaður um framúr venjari. Nú hoyrast røddir, sum halda, at tað hevði verið best at skift venjaran út. Pengamaðurin aftanfyri FCN hevur sagt, at fleiri spælarar skulu skiftast út. Hann ætlar ikki at leingja samstarvið við spælarar, sum ikki gera tað, sum teir eiga og sum teir kunnu gera, sigur hann.
Tað stendur eisini illa til í AB. Mikukvøldið vóru teir á útivølli í Esbjerg, har heimaliðið við 3?1 sigri helt tørn um næstfremsta plássið.
AaB hevur vunnið nógv síðstu umførini. Hesa ferð vóru teir favorittar á heimavølli ímóti Frem, sum fyri tveimum vikum síðani skifti venjara. Einki er at ivast í, at gestirnir vóru meiri nøgdir enn vertirnir við málleysa javnleikin.
Tað verður drivið á næstu dagarnar í superliguni. Umfar eru á skránni í vikuskiftinum og aftur mitt í viku.