Tór Ingar: Seinna málið punkteraði okkum

Best sum 07 Vestur royndi at arbeiða seg innaftur í dystin ímóti, har vestanmenn stríddust fyri at javna 1-0 leiðsluna hjá AB, fingu teir hjá 07 Vestur ein vátan vøtt, tá teir gloymdu at dekka Róa Danielsen hjá AB við eina hornasparksstøðu. Rói Danielsen kundi ótarnaður skora til 2-0, og so koyrdi AB sigurin heim.

 

Hetta ásannaði liðskiparin hjá 07 Vestur, Tór Ingar Akselsen aftaná dystin. Tór Ingar slær tó fast, at teir í 07 Vestur fara at stríðast, so leingi tann teoretiski møguleikin er at yvirliva í effodeildini.

 

Undir myndini ber til at hoyra ljóðsamrøður við Tór Ingar Akselsen og AB-venjaran, Sámal Erik Hentze, sum kundi fegnast um enn ein AB-sigur. Fremst ber til at hoyra bæði málini í dystinum, sum Tróndur Arge segði frá á Rás2. Leikbannaði AB-spælarin, Dion Splidt var viðmerkjari til dystin.